Norðoyastevna fyri durum

Vikuskiftið 6. til 8. juni verður fyrsta summarstevnan hildin í Klaksvík. Tey eru longu farin at fyrireika stevnuna, men vilja haraftrat hava fleiri fólk virkin í hesum arbeiðinum

Nevndin í Norðoyar Frítíðar- og Ítróttarráð ynskir tí at koma í samband við hesi, soleiðis at norðoyingar og gestirnir kunnu fáa eins so fjølbroytta stevnu sum tilber. Hetta skal ikki minst síggjast í ljósinum av, at Klaksvíkar kommuna í ár hevur 100 ára á baki. Formaðurin í NFÍ er Jákup Anthoniussen.