Norðoyastevnan er málið

Gamli kirkjugarðurin í Vágstúni verður nú gjørdur í stand  ella rættari: Hann verður broyttur fullkomuliga.

Í eina tíð hava grótlaðarin, Karl Heri Joensen og hansara menn arbeitt við at snøgga økið í miðbýnum í Klaksvík.
Allur garðurin rundan um kirkjugarðin er niðurtikin, og nú verður arbeitt við at gera ein nýggjan garð úr góðum føroyskum gróti.
Hóast arbeiðinum líður væl, verða teir ikki lidnir til leygardagin, tá Norðoyatunnilin letur upp.
- Okkara mál at verða lidnir til Norðoyastevnu. Og tað fara vit eisini at klára, sigur Karl Heri.