Vágatunnilin hevur eitt avlop á 300.000 krónur, meðan avlopið hjá Norðoyatunlinum var 4,8 milliónir krónur.
Úrslitið hjá Vágatunlinum er 3,4 milliónir krónur verri enn árið fyri, hóast 15.216 fleiri bilar koyrdu gjøgnum tunnilin. Orsøkin er ein príslækking í fjør. Umsetningurin var 13,4 mió. kr. í 2015 og 18,9 mió. kr. í 2014. Í Vágatunlinum koyrdu 681.673 akfør gjøgnum tunnilin, 15.216 fleiri enn í 2014, ein vøkstur á 2,3%. Hetta svarar til, at tað koyrdu 1.865 akfør í miðal um samdøgrið.
Á seinasta aðalfundi tann 14. apríl 2015 varð viðtikið, at P/F Vágatunnlin skuldi lata landinum tunnilin við ársenda í ár. Spurningurin er síðani blivin umrøddur millum Henrik Old landsstýrismann og umboð fyri P/F Vágatunnilin. Landsstýrismaðurin hevur boðað felagnum frá, at Vágatunnilin ikki skal latast landinum í ár.
Úrslitið hjá Norðoyatunlinum er tilsvarandi betri. Avlopið er 3,6 milliónir krónur betur enn í 2014, tá avlopið var 1,2 milliónir krónur. Umsetningurin var 24,3 mió. kr. í 2015 og 23,4 mió. kr. í 2014. Í tunlinum koyrdi yvir 56.000 fleiri bilar gjøgnum tunnilin í fjør í mun til árið fyri. Í Norðoyatunlinum koyrdu 899.800 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 6,6% í mun til 2014, tá 843.645 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevur í 2015 verið í miðal 2.463 akfør/samdøgur í mun til 2.310 akfør/samdøgur í 2014.
Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2015, var kr. 53,82 (kr. 26,91 hvønn vegin) í Norðoyatunlinum og kr. 38,96 (kr. 19,48 hvønn vegin) í Vágatunlinum. Nevndirnar viðgera við jøvnum millumbili, um grundarlag er fyri at broyta prísirnar.
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Hera M. Hammer sum næstformanni.
Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.