Tað hevur aftur verið av allarringasta veðri í nátt og tað hevur verið eitt ótal av skaðum kring alt landið.
Veðrið hevur verið so ringt í nátt, at harðasta hvirlan, sum er máld nú í desember mánaði, varð máld klokkan 6.08 í morgun og tað var á Norðadalsskarði, har ið ein hvirla varð máld til 78,7 metrar um sekundið.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur sigur, at tey hava havt úr at gera við at taka ímóti fráboðanum um skaðar, men síðani klokkan tvey í nátt hevur tað kortini verið longri ímillum fráboðanirnar.
Annars var kolandi stormur, men mitt í nátt linkaði hann eitt sindur, men um fimm tíðina í morgun herjaði á aftur við fullari megi.
Nú er vindurin so minkaður aftur eitt sindur, tó at tað enn er rættiligur stormur, og nú er ódnvarveðrið av á hesum sinni og hann minkar alsamt vindin, sum dagurin líður.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at tey hava fingið so nógvar fráboðanir um skaðar, at tey hava ikki havt stundir at telja saman.
Men bara síðani í gjár hava tey fingið einar 300 - 400 fráboðanir, men tað er heilt leysliga mett.
Tey, sum eru harðast rakt í hesi seinnu ódnini, eru tey í Klaksvík, í Gøtu, á Kambsdali og Skálafjørðinum, men annars eru skaðar um alt landið.
Talan er yvirhøvur um lutfalsliga smærri skaðar, takplátur, húsaklædningur, garðar, rútar og vindeygu, bilar, og annað, sum er farið.
Men størri skaðar hava eisini verið á hús, og eitt nú er goymslubygningurin hja KJ Hydraulikk á Kamdsdali, farin, umframt at onkur sethús eisini hava fingið lutfalsligan stóran skaða.
Men afturfyri kunnu vit fegnast um, at einasti fólkaskaði, sum er fráboðaður, er ein, ið varð tikin av vindi og breyt beinið.
Í teirri fyrru ódnini fekk løgreglan 252 skaðar, so tilsamans hevur løgreglan fingið 500-600 skaðafráboðanir í hesum báðum jólaódnunum.
Jón Klein Olsen sigur, at royndirnar vísa, at løgreglan fær fara fráboðan um ein part av teimum skaðum, sum henda.
– Vit fáa bara fráboðan um teir skaðar, ið tað er bráðneyðugt at gera nakað við og tað er verri enn so helvtin av øllum teimum skaðum, sum eru hendir, sigur Jón Klein Olsen.
Hann sigur, at nú tað fer at lýsna, fara fleiri skaðar at koma undan kavi, og tað sama verður, tá ið fólk, sum hava verið í jólafrí, koma heimaftur.
Sostatt fær løgreglan verri enn so fráboðan um helvtin av teimum skaðum, sum eru hendir so av royndunum higartil, verður mett, at væl yvir 1000 skaðar eru hendir tilsamans.
Annars sigur danska veðurstovan, DMI, har harðasta hvirla, sum var máld í Føroyum, var 66,9 metrar um sekundið og hon varð máld í Mykinesi 7. mars í 1997!. Nú er spurningurin, hvussu tey máta, ella hvørji krøv, tey seta til mátingar - ella mær hetta er dagført seinast. Men hetta er í øllum førum eitt mát, tey flestu í Føroyum vildi verið ósamd í.
Hinvegin er harðasta hvirla, sum nakrantíð er skrásett, ein hvirla, sum var í eini tropiskari ódn, nevnd Olivia, og tann hvirlan var upp á 113,2 metrar um sekundið. Tað var á Barrow Island í Avstralia, at tann hvirlan varð máld tann 10. apríl í 1996.