Norðoyggjar skulu hava størri lut í ferðavinnuni

Nýggi leiðarin á Norðoya Kunningarstovuni vónar, at Norðoyggjar kunnu lokka fleiri ferðafólk á vitjan. Men neyðugt er við miðvísum arbeiði, skal tað eydnast

 

Í gjár var móttøka fyri nýggja leiðaranum á Norðoya Kunningarstovu, sum samstundis tók við starvinum í gjár.

Tað er Christian Olsen í Klaksvík, sum framyvir skal verða oddafiskurin í kunningararbeiðnum hjá ferðavinnuni í Norðoyggjum, og hesa uppgávu gleðir hann seg til.

? Starvið er einfalt. Eg skal royna at gjøgnumføra tað, sum nevndin fyri Ferðavinnuna í Norðoyggjum og Klaksvíkar Kommuna vilja hava framt, sigur Christian Olsen.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, og harvið tekur Norðoya Kunningarstova eitt nýtt stig, tí higartil hevur meginparturin av arbeiðnum, sum hevur verið gjørdur, verið óløntur.

? Fólk hava gjørt eitt risa arbeiði fyri lítlar og ongar pengar, og tað er hetta arbeiðið, sum eg skal byggja á, sigur Christian Olsen.


Handilslívið við

Klaksvíkar kommuna hevur latið fleiri pengar til arbeiðið á Kunningarstovuni, og saman við Ferðaráðið Føroya er tað kommunan sum í stóran mun fíggjar virksemið hjá Kunningarstovuni í Klaksvík.

Umframt kunningararbeiðið innan ferðavinnuna, skal nýggi leiðarin á Kunningarstovuni eisini taka sær av sambandinum við handils- og vinnulívið í Klaksvík.

? Handils- og vinnulívið í Klaksvík skal vera meiri sjónligt, og ætlanin er, at Kunningarstovan skal hjálpa til at føra ymiskt at felags áhuga út í lívið, sigur Christian Olsen.

Handilsfelag er í Klaksvík, og okkurt um 50 handlar eru limir í hesum felagi, og ætlanin er, at Norðoya Kunningarstova skal samstarva við hetta felag.


Fleiri ferðafólk

Norðoya Kunningarstova skal eisini loysa ymsar uppgávur fyri Klaksvíkar kommunu. Millum annað í sambandi við vitjanir úr útlondum.

? Enn dugi eg ikki rættiliga at siga, hvussu tær ymisku uppgávurnar verða prioriteraðar, men eg kann ímynda mær, at um summarið verður øll orka løgd í at geva ferðafólki so góða tænastu sum gjørligt, sigur Christian Olsen.

? Norðoyggjar skulu hava størri lut í ferðavinnuni, og skal hetta eydnast okkum, er neyðugt við miðvísum arbeiði. Tað nyttar ikki hjá okkum at seta okkum at bíða eftir ferðafólki. Vit mugu hava tilboð til teirra og annars gera ymiskt arbeiðið fyri at fáa tey hendan vegin.

? Hetta arbeiðið má gerast í tøttum samstarvi við Ferðaráð Føroya, sum hevur so stóran týdning fyri føroyska ferðavinnu.

Christian Olsen heldur, at tað er umráðandi, at Norðoyggjar hava nakað at bjóða ferðafólki, og tað er av stórum týdningi, at hesi tiltøk verða løgd væl til rættis.


Fingist við fólk

Christian Olsen er ikki ókendur innan ferðavinnu. Hann sigldi í 9 ár við Norrønu sum pursari, og hann hevur eisini siglt nakað við ferðafólki í Norðoyggjum seinastu árini.

? Mær hevur altíð dámt at fingist við fólk, og í so máta er hetta starvið áhugavert, sigur Christian Olsen.

Hann hevur skipað fyri hópin av tiltøkum, og í nógv ár var hann við í fyriskipanini av norðoyastevnuni. Hann hevur eisini verið upp í ymiskum felagsarbeiði.

? Eg fekk áhuga fyri leiðarastarvinum í Kunningarstovuni, tá lýst var eftir leiðara seinnu ferðina, og onkur helt eisini, at eg átti at søkt tað. Tað gjørdi eg eisini og fekk tað.

Seinnapartin í gjár var móttøka í Norðoya Kunningarstovu, og í dag er fyrsti gerandisdagurin hjá Christiani Olsen í nýggja starvinum.