Norðoyingar fáa nýggjan kommunulækna

Men tað merkir, at suðuroyingar missa ein

Heilsutrygd boðar í dag frá, at stovnurin hevur sett Arnhold Jensen í starv sum kommunulækna í Norðoya læknadømi. Arnhold Jensen byrjar í viðtalu 3, sum seinastu árini hevur verið røkt við ymiskum kommunulæknaavloysarum. Hann tekur við starvinum í Læknamiðstøðini í Klaksvík 1. desember 2017.


Harvið eru tvey av teimum trimum kommunulæknastørvunum í Norðoyggjum nú mannað við føstum kommunulæknum. Men meðan norðoyingar kunna fegnast um nýggja kommunulækna, so missa suðuroyingar ein av sínum. Arnhold Jensen fer úr einum starvi sum kommunulækni á Tvøroyri, nú hann tekur við starvinum í Norðoyggjum. Harvið eru einans tveir kommunulæknar í føstum starvi í teimum fýra kommunulæknastørvunum á Suðuroynni.


Heilsutrygd upplýsir, at Arnhold Jensen nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2003. Hann arbeiddi sum lækni í donsku sjóverjuni í 2005 og 2006 og fekk serlækna góðkenning í almennum medisini í 2010. Hann hevur síðan januar í ár røkt avloysarastarv í Norðoya læknadømi, samstundis sum hann hevur verið í farloyvi frá kommunulæknastarvinum á Tvøroyri, ið hann tók við í 2012.