Norðoyingar gera felags átak

Fyritøkur úr Norðoyggjum fara at hava felags bás á stóru fiskivinnustevnuni í Runavík. Tað er ein fyrimunur fyri bæði fyritøkurnar og økini, heldur samskiparin

 

Norðoyingar ætla at gera eitt felags átak á stóru fiskivinnustevnuni í Runa-vík. Einar 12 fyritøkur, sum onkursvegna eru knýttar at fiskivinnuni, fara at húsast á á 70 fermetrum á stevnuni, og har ætla tær at gera vart við seg.

Tað er leiðarin á Norðoya Kunningarstovu, sum hevur tikið stig til átakið og sum samskipar tað.

- Tá eg varð settur í starv á Kunningarstovuni helt nevndarformaðurin, at vit áttu at farið við til stevnuna í Runavík. Eg royndi síðani at finna út av, hvørjar fyritøkur í Norðoyggjum vóru við, men tá hevði eingin tekna seg til, greiðir Christian Olsen frá.

- Tað helt eg ikki kundi bera til, og tí ringdi eg runt til ymisk feløg í Klaksvík fyri at vita, um tey ætlaðu at verða. Jú, tey kundu gott havt hugsað sær tað, og summi ætlaðu. Tá gjørdi eg bara av, at vit skuldu taka ein bás í felag.

Gott samstarv

Fyrst vóru 35 fermetrar umbindir á stevnuni, men nú hava norðoyingar 70 fermetrar til taks, tá teir fara á stevnuna.

Eini 12 fyritøkur í Norðoyggjum hava játtað at verið við, og hetta eru fyritøkur av ymsum slagi - útflytarar, framleiðarar og tænastufyritøkur. JFK Trol, Contrive, Pomek, Føroya Bjór, Klaksvíkar Havn, Northern Fish Cold Storage og Com Data eru millum fyritøkurnar á básinum jhá norðoyingum.

- Eg haldi, at hesar fyritøkur eru glaðar fyri, at vit hava tikið stig til ein felags bás. Tað er eisini ein stórur fyrimunur fyri fyritøkurnar, at vit kunnu samstarva á stevnuni. Harvið sleppa fyritøkurnar frá at hava fólk á stevnuni alla tíðina, sigur Christian Olsen.

- Tað verður sjálvandi altíð fólk á básinum, men allar fyritøkurnar nýtast í grundini ikki at hava fólk á básinum allatíðina. Vit kunnu gera avtalur og beina fólk til rætta viðkomandi.

Christian Olsen heldur eisini, at tað er ein fyrimunur fyri fyritøkurnar, at tær í felag kunnu gera vart við seg. Harvið gera tær eisini vart við Norðoyggjar sum øki.