Norðoyingar ósamdir um tunnil

Kommunurnar í Norðoyggjum eru ósamdar um, hvar nýggi tunnilin norður um fjall skal liggja. Klaksvíkar kommuna mælir frá at gera tunnilin úr Gerðabø í Klaksvík, soleiðis sum Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur mælt til. Klaksvíkar kommuna vil heldur hava tunnilin gjørdan úr Ánunum norðanfyri Klaksvík, og harvið skal ferðslan leiðast ígjøgnum Klaksvíkina.

Klaksvíkar kommuna grundgevir fyri sínari hugsan við at siga, at Norðhavnin í Ánunum er bygd út fyri meira enn 100 mió krónur við verandi vegakervi í huga. Tí vil Klaksvíkar kommuna hava eina høvuðsveðaæðr á leiðini, so at Norðhavnin hevur so góðar møguleikar sum gjørligt at menna sítt virksemi.

Bygdaráðini í Hvannasundi og á Viðareiði hava eina aðra hugsan um málið. Tey mæla til, at tunnilin norður um fjall fer inn við við Gerðabø Klaksvíksmegin.

- Um ferðsluviðurskiftini verða havd í huga, meta vit at tunnilsføringin Gerðabøur ? Árnafjørður ? Norðtoftir er tryggasta loysn, siga bygaráðini í Hvannasundi og á Viðareiði.

Rættarnevndin hevur nú málið um tunnilin norður um fjall til viðgerðar og skal skriva nýtt álit. Alfred Olsen, formaður í Rættarnevndini, sigur, at nevndin arbeiðir við málinum, og hann vónar, at nýtt álit frá nevndini um málið verður lagt fyri løgtingið mánadagin.