Tað er nógv byggivirksemi í Føroyum í løtuni og millum fyritøkurnar, sum leita eftir fólki, er byggifyritøkan Norðsetur í Hvalvík. Helgi Olsen, stjóri, sigur, at tey leita eftir húsasmiðjum, arbeiðsfólki og lærlingi.
- Okkum tørvar tveir góðar húsasmiðir til framleiðsluna á virkinum í Hvalvík, her vit smíða hús. Okkum tørvar eisini eitt álitisfólk at koyra vørur út í húsini, vit byggja, umframt til aðrar fyrifallandi uppgávur.
Helgi Olsen, stjóri, sigur, at Norðsetur hevur nakrar lærlingar, men kundi væl hugsað sær ein hugagóðan lærling aftrat.
- Jú, tað er so vist, at vit saktans kundu havt nøkur fólk í fyritøkuni aftrat, tó at vit í løtuni eru stívliga 20 fólk til arbeiðis, sigur stjórin, sum vísir á, at byggivirkið alla tíðina hevur eini 8-10 sethús í gerð samstundis.
Norðsetur byggir í løtuni sethús kring tað mesta av Føroyum, bæði í Norðoyggjum, Eysturoynni, inni á meginøkið og í Vágum.
- Eg haldi, at húsini, sum fólk byggja í løtuni, ofta eru rímiliga stór, og tey eru ikki so fá, sum eisini vilja hava kjallaran ella part av kjallaranum innrættaðan.
Stjórin vísir á, at nógv fokus hevur verið á, at fólkatalið í Føroyum veksur, og at tað eru fleiri, sum ongastaðni hava at búgva – ella, at fólk búgva ov trongt.
Flestu hús, sum Norðsetur smíðar, verða latin lyklaklár. Tað er sjáldan, at byggifyritøkan bara innilokar húsini, og at eigarin síðan tekur yvir.
Helgi Olsen heldur, at talið av teimum, sum gera nakað sjálvi, tá tey byggja, hevur verið minkandi.