Tað var tann 10. januar í 1932, at Jákup Dahl, próstur, vígdi Norðskála kirkju. Tosið um at byggja kirkjuna byrjaði nøkur ár frammanundan, tað var í 1920unum. Um várið í 1927 var bygginevnd vald og tvey ár seinni sendu nakrir íbúgvar í Svínáum, við Norðskála og av Oyri umbøn til Føroya Løgting, um at fáa stuðul til at byggja kirkju.
Áðrenn hetta hevði presturin á Nesi tá, Wilhelm Nielsen, í fyrru helvt av tjúgunum sent út eitt “opraab”, sum hann kallaði tað, har hann heitti á kirkjufólkið, um at fáa bygt eina kirkju, sum skuldi standa liðug í seinasta lagi í 1928.
Nær umsóknin er send inn til kirkjustjórnina sæst ikki í gerðabókini, men 24. august 1929 hevur kirkjunevndin hjá Løgtinginum lagt álit fram. Í álitinum stendur, at umsókn er komin til Føroya Løgting frá íbúgvum í Svínáum, Norðskála og Oyra, um at fáa studning til at byggja kirkju.
23. februar 1930 varð samtykt at bjóða arbeiðini út. Arbeiðið við útgrevstri varð samtykt at fara undir beinanvegin.
Stoypiarbeiðið byrjaði á Mortansmessu, 11. november 1930, Martin Danielsen tók sær av hesum. Byggiarbeiðið gjørdi Maskinsnikkaravirkið í Miðvági við Heina Joensen, og tað kostaði 11243 krónur og 52 oyru.
Poul Isaksen tók sær av málingararbeiðinum, sum kostaði 1175 krónur. Tekningina gjørdi H. C. W. Tórgarð
Harrin byggir húsið
2. desember sama ár legði Jákup Dahl, próstur, grundarsteinin í fundamentið í eysturgalvinum miðskeiðis fyri altarinum, og har stóð soleiðis skrivað:
“Um Harrin ikki byggir húsið, tá arbeiða smiðirnir til einkis”.
Kirkjan varð bygd í eini tíð, har togan var um kirkjumálið skuldi verða danskt ella føroyskt. Sunnudagin hin 18. oktober var tí fólkaatkvøða um skriftstøðini undir altartalvuni og úti í forkirkjuni skuldu verða á føroyskum ella á donskum. Úrslitið var, at 40 atkvøddu fyri føroyskum og 29 fyri donskum.
Prestur í bygginevndini
Farna sunnudag greiddi Jóhan Petur Petersen, fyrrverandi kirkjuráðslimur, á samkomu í Eydnuni á Oyrarbakka frá arbeiðinum við kirkjuni.
Í bygginevndini vóru valdir at sita Hans Poulsen úr Svínáum. Joen Jacob Weihe, Axel Petersen og Magnus Hansen frá Norðskála. Ole Larsen av Oyrarbakka, og Jógvan Joensen og Sámal Debes av Oyri.
– Tað er einki at ivast í, at prestur eisini hevur verið limur í bygginevndini, men hann sæst ikki at hava verið á fundi, greiddi Jóhan Petur Petersen frá. Hann visti somuleiðis at siga, at í gerðabókini hjá nevndini byrjaði ikki fyrr enn 1. september í 1929.
– Á tí fundinum er heilsan frá presti, at hann hevur fingið játtan frá stjóranum á motorfabrikkini í Tuxam, at teir vilja gjalda sementi. Jóan Jacob Weihe, sum var tingmaður tá, setur fram uppskot í tinginum um at fáa játtað 14.000 krónur í studningi.
Bygdu prám fyri 200 kr.
– Byggjast skuldi eisini ein prámur at føra sand við. Hann skuldi vera 20 føtur langur, átta føtur breiður og tríggjar føtur djúpur. Prámurin skuldi gerast so bíliga sum á nakran hátt møguligt, og mátti ikki kosta meiri enn 200 krónur, fortaldi Jóhan Petur Petersen í Eydnuni á Oyrarbakka.
Í mun til henda prámin visti Jóhan Petur Petersen eisini at siga, at hann varð útleigaður fyri 25 oyru um tíman, men varð hann leigaður út uttan fyri øki á leiðini, so kostaði hann fimm krónur um dagin.
– Eitt sindur gav hetta, tí í roknskapinum eru bókaðar 53 krónur og 50 oyru, sum inntøka av práminum, helt Jóhan Petur Petersen fyri.
Av øðrum ítøkiligum upphæddum, ið nevndar vórðu, er kostnaðurin fyri orgulbeinkin. Hesin kostaði 21 krónur. Veggjalampurnar, sum tey keyptu tíggju av, kostaðu 250 krónur tilsamans – tað vil siga 25 krónur stykkið.
Í gerðabókini frá 6. oktober 1929 fæst at vita, at ein listi gongur runt at fáa menn at tekna seg til ólønt arbeiði. Listin hevði tá bara verið í Svínáum og við Norðskála, men teknaðir eru 875 tímar.
Fyltu kirkjuna tvær ferðir
Smá trý ár eftir, at nakrir íbúgvar í Svínáum, við Norðskála og av Oyri lótu inn umbøn til Føroya Løgting, um at fáa stuðul til at byggja kirkju, varð kirkjan vígd.
Í seinni helvt av sjeytiárunum varð farið undir at umvæla kirkjuna, og varð tá eisini bygt uppí til fundarhølið og annað. Umframt tað varð forkirkjan vaksin og kapell bygt uppí suðureftir.
Men hóast vaksið varð um kirkjuna tá, so var tað eingin trupulleiki at fylla hana farna sunnudag. Á middegi prædikaði Hans Jacob Joensen, bispur, meðan Emil Olsen, sóknarprestur, hevði altartænastuna. Tá mundu knappliga 200 fólk vera í kirkjuni.
Seinnapartin var so aftur guðstænasta. Hesaferð við Bjarna Bæk, dómprósti, og tá vóru upp aftur fleiri fólk.
Eftir seinnu gudstænastuna varð boðið til felagsmáltíð í bygdarhúsinum Eydnuni á Oyrarbakka. Umframt Jóhan Petur Petersen, søgdu Emil Olsen og Freydis Poulsen nøkur orð. Hátíðarløtan endaði við, at øll samkoman í felag sang sálmin “Nú dagurin at enda er”.
Søgan um »Verdandi«
»Verdandi« varð bygd í Yarmouth í Onglandi í 1884 og merkt til 85 brt. Motorurin var ein 47 HK Skandia við einum sylindara. Tað vóru feðgarnir Símun og Esbern Simonsen á Høgabóli í Saltangará, sum áttu skipið.
Hin 16. september 1944 fór ” Verdandi” seinastu ferð sína til Íslands. Roynt varð við línu á Norðurlandinum. Tað hevði verið vánaligt veður har á leiðini hetta heystið, og striltið gekst at fáa so frætt, at tað loysti seg at fara til Aberdeen at selja. 26. oktober kl. 13.00, fór skipið av Siglufirði til Reykjavíkar, og var ætlanin at keypa so mikið av fiski, sum restaði í fulla last. Á Siglufirði vóru tveir mans komnir umborð sum ferðafólk. Hesir báðir, sum høvdu arbeitt í Íslandi, ætlaðu sær at fáa fart úr Reykjavík til Føroya. Men ”Verdandi” kom ongantíð til Reykjavíkar. Hóast bæði íslendingar og bretska hersetingarvaldið leitaðu eftir vraklutum, sum kundu stava frá skipinum, varð onki funnið. Roknað verður við, at skipið er farið av minuávum.
15 mans sjólótust. Nýggju av manningini vóru giftir. Summir teirra áttu nógv óforsyrgd børn. Tað vóru sostatt djúp sár, sum henda vanlukkan voldi, og fleiri einkjur fingu strævin ár, áðrenn børnini komu undan.