Norðskálatunnilin liðugur í 1976

Fyri 30 árum síðan, tann 24. august 1976, var Norðskálatunnilin latin upp fyri almennari ferðslu við eitt hátíðarhald, sum fór fram við eystara tunnilsmunnan, har Atli Dam táverandi løgmaður, klipti snórin og knýtti harvið saman vegakervini i Eysturoy og Streymoy.

Við sínum 2.500 metrum var tunnilin tann longsti í Føroyum og tann fyrsti við dupultari koyribreyt.
 
Kostnaðurin fyri tunnilin við vegasambandinum var umleið 40 milliónir krónur.