Seinnu árini eru munandi broytingar farnar fram í samfelagnum serstakliga í økonomisku viðurskiftunum, har krøvini til almennu tænastuveitingarnar eru munandi herd. Hægri tænastustøð fyri minni pengar og færri fólk at gera hesa tænastu.
Í hesum liggur eisini, at tað verða færri leiðarar við størri virkisøki og ábyrgd.
Politiið er eisini ein partur av hesi tilgongd og skal alsamt tillaga seg broyttu umstøðurnar og hevur soleiðis gjørt broytingar i bygnaðinum og herundir eisini broytt leiðslubygnaðin við eini meiri fløtum leiðslubygnaði sí talvuna.
Sum liður í tillagingini er eisini lands- og kommunalpolitiska skipanin kunnað um broytingarnar og við atliti til at hava eitt gott og gevandi samstarv millum politisku skipanina og politiið.
Í Norðurøkinum er lagt upp til, at politiið og kommunar í økinum møtast við jøvnum millumbili at umrøða ymisk mál av felags áhuga.
Sýslumansstarvið er varðveitt í bygnaðinum, men hevur sýslumaðurin ikki longur leiðarauppgávu í politinum. Sýslumaðurin verður úttikin millum áhugaðar politistar, sum fram í hjá røkja sýslumansuppgávurnar umframt at taka lut í vanligum politiarbeiði í ávísan mun.
Undantikið hesi áseting er í Suðuroy, har tað inntil víðari er avgjørt at varðveita gamla leistin við, sýslumanninum sum økisleiðara.
Skipanin frá 1. november 2011.
Norðurøkið umfatar Eysturoy og Norðoyggjar og er normativiið fyri økið ásett til 16 politistar, umframt starvsfólkini til umsitingarligu uppgávurnar
Politistarnir verða frá 1. november 2011 knýttir at politistøðini í Klaksvík fyri at røkja allar politiuppgávur í Eysturoy og Norðoyggjum.
Politistøðin í Runavík kemur framvegis at hava sama virksemi við vanligari avgreiðslu av pass, koyrikorti, nummarplátur, fúta- og skiftirætti, notarialmál og vígslumál.
Umframt verður sýslumaðurin fast knýttur at virkseminum á støðini. Miðað verður eisini eftir, at tá sýslumaðurin ikki er tilstaðar, so er annar politistur á støðini.
Politivirksemi verður í stóran mun útinnt við koyrandi varðferð, t.v.s. at politistarnir, sum møta til patruljutænastu, røkja sínar uppgávur frá politibilunum og koyra um alt økið.
Patruljutænastan er skipað á tann hátt, at tað altíð eru tveir politistar til tænastu hvønn dag í árinum og alt samdøgrið. Umframt koyrir ein hundapatrulja og ein ferðslupatrulja í Mið- og Norðurøkinum undir skipan av felags vaktsentralinum í Tórshavn, har til ber at tryggja, at politiið er har, sum uppgávan er, soleiðis tænastustøðið verður so høgt sum gjørligt við atliti til at tæna borgaranum á bestan hátt.
Politistar, sum ikki eru settir til patruljutænastu, verða settir til aðrar uppgávur ella átøk í økinum.
Uppgávurnar og átøkini eru millum annað at gera fyribyrgjandi arbeiði innan narkotika, kriminalfyribyrgjandi arbeiði, ferðslu v.m. umframt at luttaka í SSP samstarvinum í Norðurøkinum fyri at styrkja samstarvið millum skúla, sosialu myndugleikarnar og politiið.