Norðurírskur sigur í heglinginum

Norðurírland vann dystin ímóti Ukreina, sum mátti steðgast eina løtu vegna veður.

Seinnapartin í dag varð hol sett á annað umfar í EM-bólki C, har Ukreina og Norðurírland hittust. Bæði liðini høvdu tørv á øllum trimum stigunum, eftirsum bæði taptu fyrsta dystin – Ukreina ímóti Týsklandi og Norðurírland ímóti Póllandi.


Heldur óvæntað hevði norðurírski venjarin, Michael O'Neill, valt at sett álopsessið, Kyle Lafferty, á beinkin. Tað var heldur ikki tað nógva álopsspælið í fyrra hálvleiki, sum endaði málleysur.


Tað gekk tó ikki nógv av seinna hálvleiki, áðrenn gongd kom á málskjótingina. Einans fýra minuttir vóru farnir, tá ið miðverjin Gareth McAuley stútaði Norðurírland á odda 1-0. Gareth McAuley var eisini vandamikil í EM-undankappingini, har hann skeyt trý mál í teimum báðum dystunum ímóti Føroyum.


Miðskeiðis í seinna kastaði eitt heglingsæl seg inn yvir leikvøllin Olympique Lyon. Eina løtu var tað somikið ógvusligt, at kekkiski dómarin, Pavel Kravolec, valdi at steðga dystinum. Eftir at hava krokað í hálvan triðja minutt, varð dysturin settur í gongd aftur.


Ukreina royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men hóast yvirtak í spælinum og nakrar rímiligar málmøguleikar, so eydnaðist tað teimum ikki finna vegin til málið. Heldur hinvegin eydnaðist tað Norðurírlandi at staðfesta sigurin í yvirtíðini, tá ið innskifti Niall McGinn økti til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.


Nú sær ógvuliga svart út hjá Ukreina, meðan Norðurírland heldur lív í vónini um at spæla seg víðari í kappingini. Tað er tó sannlíkt, at tað fer at krevja stig í síðsta bólaspælsdystinum ímóti Týsklandi. Norðurírland hevur tó ein møguleika at spæla seg víðari hóast tap í síðsta dystinum – tað krevur, at Pólland tapur ímóti bæði Týsklandi og Ukreina.