Norðuratlantsbólkurin hevur gjørt valbólk við vinstravongin í Fólkatinginum Teir tríggir limirnir í Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi, Høgni Hoydal, Juliane Henningsen og Lars Emil Johansen, hava gjørt valbók saman við Sosialdemokratunum, SF, Radikala Vinstra og Eindarlistanum.
Tað sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Sosialdemokratunum, Carsten Hansen, við Ritzau.
Hann dugir tó ikki at siga, um teir tríggir limirnir í Norðuratlantsbólkinum fara at taka støðu í innanríkispolitiskum málum.