Í sambandi við at Norðuratlantsbólkurin i ár hevur 10 ár á baki á Christiansborg, bjóða Juliane Henningsen og Høgni Hoydal føroyingar og grønlendarar í Danmark á fund í Føroyahúsinum í Keypmannahavn mikudagin 9. mars kl. 18.00 og í Grønlendska Húsinum í Odense hósdagin 10. mars kl. 18.00.
Juliane Henningsen og Høgni Hoydal fara at greiða frá teirra politiska arbeiði á Fólkatingi. Í november mánaði í fjør góvu tey út arbeiðsskrá við framtíðarætlanunum hjá bólkinum, og í næstum geva tey út hefti, sum greiðir frá arbeiðnum í bólkinum seinastu tíggju árini. Aftaná framløgurnar er orðið frítt, og tey frammøttu kunnu siga sína hugsan um, hvat bólkurin framyvir eigur at varpa ljós á.
Høgni Lisberg spælir at enda nøkur løg í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og Rasmus Lyberth í Grønlendska Húsinum í Odense.