Norðurbryggjan skal hava nýggjan stjóra

Eftir fimm ár og seks mánaðir sum stjóri fyri Norðurbryggjuna takkar Helga Hjörvar fyri seg.

- Nú skal eg heimaftur til mítt heimland, sigur Helga Hjørvar, sum seinastu hálvt sætta árið hevur stjórna Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Helga Hjörvar, ið byrjaði í 2004 sum stjóri fyri tí fíggjarligu og mentanarligu røktini av tí føroyska-grønlendska-íslendska mentanarstovninum, fegnast um árini í tí søguliga umhvørvinum á Christianshavn. Hetta hevur verið ein tíð, ið bjóðaði stórar gleðir og avbjóðingar.

- Fyri tað fyrsta, hevur tað verið spennandi at arbeiða við so mongum listarligum greinum og fingið høvi at lagt fram eitt stórt útboð av tí norðuratlantisku mentanini fyri dønum. Mikið er at taka sær av, og hóast londini hava verið tætt samknýtt í fleiri hundrað ár, eru nógvar síður av mentanunum hjá londunum ? søguligar sum nútímans ? sum tann danski almenningurin ikki enn kennir til, sigur hon.

Komandi stjórin á Norðurbryggjuni skal ikki einans leiða ein serstakan mentanarstovn, men eisini eitt søguligt pakkhús, ið hýsir list og mentan, ráðstevnuvirksemi, restaurant Noma, Sendistovu Føroya, Sendistovu Grønland og tí Íslendsku Sendiharrastovuna. Haraftur fer hetta økið í Keypmannahavn undir stóra menning, tá ið »Havnebroen« fer at sambinda Norðuratlantsbryggjuna beinleiðis við Nyhavn.