Herurin í Norðurkorea hótti í morgun við einum oyðandi álopi á Suðurkorea, um teir suðurkoreonsku myndugleikarnir loyva flýddum norðurkoreanum at skipa fyri einum friðartiltaki við markið millum londini í næstu viku.
Teir norðurkoreonsku flóttamenninir ætla sær at býta ymiskt friðartilfar út við býin Paju, sum er tætt við markið og einar 60 kilometrar norðan fyri Seoul. Norðurkoreanski herurin sigur í ávaringini, at sjálvt tað minsta brotið við markið verður svarað við einum eirindaleysum álopi.
Stjórnin í Suðurkorea sigur hóttanina úr garnnalandinum vera púra burturvið, og Kim Kwam-Jin, verjumálaráðharri, sigur, at landið fer at svara einum møguligum álopi harðliga.
Eygleiðarar halda, at ávaringin úr Norðurkorea hevur samband við, at suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-Bak, í gjár vitjaði Yeonpyeong-oyggjarnar, sum norðurkoreanar skutu eftir fyri tveimum árum síðani.