Norðurlandahús-arkitekturin vitjar

Tíðindini um, at Norðurlandahúsið skal byggja út vóru borin út ígjár. Í samband við hesar ætlanir hevur arkitekturin Ola Steen verið í landinum. Sosialurin fekk eitt prát við mannin, sum teknaði Norðurlandahúsið og sum nú, eftir ætlan, skal standa fyri tekningunum av útbýggingini

Ein perla av einum mentanarhúsið, ið hevur verið karmur um hópin av megnar tiltøkum  Norðurlandahúsið er uttan iva hin mest eyðkendi bygningurin í Føroyum. Nú eru ætlanir frammi um, at húsið byggjast út  karmarnir útvíðkast til meiri virksemi.
Ætlanin er, at húsið skal varðveita sítt skap - útbyggingin skal sum minst broyta hetta. Ola Steen, arkitektur, er biðin um at standa fyri tekningunum av útbyggingini. Hetta er maðurin sum av fyrstan tíð teknaði og gav húsinum snið.
- Nei, spurningar viðvíkjandi sjálvari útbyggingini, teir skal tú seta leiðsluni í Norðurlandahúsinum.
Eg hitti mannin uttanfyri Hotel Hafnia. Vit ganga okkum ein lítlan túr í góðveðrinum í miðbýnum, hósdagin. Hóast hann ikki hevði møguleika at tosa um sjálvan útbygningin, so hevur hann sínar meiningar um byggilist, og tað í einum føroyskum høpi.
Hesa vikuna hevur nógv verið frammi um byggilist ella arkitektur, sum mann eisini kallar tað. Fleiri størri bygningar koma í hesum tíðum burturúr hugskotum og verkætlum  dømir eru mærglætisíbúðir, ið møguliga er á tekniborðinum, samkomubygningar, kirkja og bygningar til ymisk vinnulig endamál. Hesi verk koma upp at standa í føroyska landslagnum  í høvuðsstaðnum og kring tað mesta av landinum.
 
Fyrilestur og fundir
Í hesum døgum vitjar Ola Steen í landinum. Hann er komin higar at fundast um møguliga útbygging av Norðurlandahúsinum, eisini helt hann fyrilestur fyri Arkitektafelagnum hóskvøldið. Endamál hjá felagnum er sambært Tórálvi Weihe, arkitekti, at menna ansnið fyri bygging og mannaskapaða umhvørvinum í Føroyum, harumframt at virka fyri felags áhugamálum limanna. Ola Steen hevur sínar greiðu meingingar um byggilist og eisini um føroyska byggilist.
Ola hevur verið nógv í Føroyum síðan hann vann kappingina, ið varð útskrivað í 1977. seinasta ferðin var fyri einum mánaði síðan og væntandi kemur hann framyvir ofta at vitja landið. Oftast hevur tað tó verið stuttir steðgir í landinum.  Eg havi verið nakrar túrar í Suðuroy, mær dámar væl at ganga í haganum  púra einsamallur, millum allan seyðin, tað dámar mær væl, sigur norski arkitekturin smílandi við eini eyðkendari norðurnorskari dialekt.
- Ein vinmaður gav mær tað ráðið at leggja seg á ryggin, heilt úti við eggina har berg er niðurfyri. Hetta skal ein gera, tá ið tað dregur á luftini, tí tá koma havhestar og halda seg
uppímóti vindinum, sveimandi beint við eggjuna og beint frammanfyri einum  og hetta passar, leggur hann afturat.
 
2006 og tað staðbundna
Hann hevur lagt til merkis, at fólk hava betri ráð, ella velja framum annað, at brúka pening uppá, hvussu ein býr og umstøðurnar kring eitt heim. Meiri vøkstur er at síggja og fleiri sjónligir urtagarðar, hetta tulkar hann sum tekin um, at fólk hugsa meiri um nærumhvørvið. Spurdur um tað hann hevur lagt til merkis í føroyska landslagnum av byggilist, hevur hann nógv uppá hjarta.
- Í Føroyum hevur verið og er eitt byggitrýst, hevur onkur fortalt mær, tá so er, skal byggjast skjótt og ein hevur tendens at hugsa minni um, hvussu ein byggir og meiri um at verkætlanini skal førast út.
Steen nevnir eitt fyribrigdi, sum kann gera seg galdandi í føroysku byggilistini, sum hevur við tað unga ættarliðið av arkitektum at gera. Hesi hava búð í útlandinum, hava gingið á skúla har og hava altjóða fyrimyndir við sær heim. Dámurin yvir byggilistina gerst sostatt meiri altjóðakendur, hetta á bæði gott og ilt.
Ola Steen leggur dent á, at byggilist skal søkja afturá tað staðbundna og arbeiða við tí. Hetta staðbundna er bæði ítøkiligt tilfar og eisini byggilistarlig siðvenja. Í tí staðbundna liggur tað sermerkta og tað er hetta sum føroyingar, sambært Steen skulu søkja.
- Eg haldi tað hevur stóran týdning, at ein søkir íblástur í tí gamla byggisiðinum og eisini tilfarinum, ið varð brúkt. Kring landið á bygdunum eru fleiri dømi um hetta, at hús og náttúra spæla væl saman.  Har aftanfyri bátarnar, hatta sær áhugavert út, sigur Ola og peikar yvir ímóti Müllers Pakkhúsi,  har hevur ein valt at halda fast um tað gamla sniðið, sum hóskar seg væl til umhvørvið.
 
Úr jørðini ella úr rúmdini
Innan byggilistina arbeiðir ein ofta við hugtakinum typology, ið sigur nakað um, hvat fyri slag av byggilist staðið hevur at bjóða. Hann heldur tað hava týdning at seta spurningin, hvat er serligt við hesum staðnum, hvat er staðarbundið  og heldur minni um at blanda ymiskar byggisiðir saman.
 Tá eg hugsi um Føroyar og um byggilist, so eru tvær grundreglunum: Verkið kann vaksa upp úr jørðini, tvs. ein á onkran hátt tilpassar verkið við umhvørvið. Hin møguleikin er, at verkið skal fatast, sum tað kemur uttan úr rúmdini, sum eitt UFO  heilt sermerkt. Hesar báðar reglurnar eru, eftir míni meting, týðandi í føroyskum høpi. Og ikki aftur ein glas-bygning, heldur ein meiri upprunakendan byggiform.
Men tó, so kann ein jú eisini bróta formin  vera ósmæðin. Tað er kanska líkasum við tykkara tónleiki, sum tit fara út í heimin við. Um tað minnir ov nógv um annað, sum er har frammanundan, so hevur tað hug at enda galið.
 
Stjóratjørn og høgir bygningar
- Einum nýtist ikki at byggja høgt  tað er ein myta, at tað nú á døgum er neyðugt at byggja høgt... t.d. hevur mann í Stavanger gjørt tað gott við at sleppa undan ov nógvum høgum bygningum. Tað er als ikki neyðugt. Og har skal vera eitt nøktandi lógvarverk, tá ið ein skal byggja høgt. Her eru longu nakrir miðal høgir bygningar í høvuðsstaðnum, sum ikki er nakað serliga imponerandi.
Hann hevur hoyrt um stóru ætlanirnar um Stórutjørn, men er eitt sindur í iva um ætlanina. - Eg meti tó, at um ein nú skal byggja høgt, so skal mann byggja øgiliga høgt á einum staði, og so ikki so høgt kring hetta staðið.
Hetta svarar væl til hansara seinnu meginreglu um UFOið.  Ja, okkurt sum kemur úr rúmdini og næstan er á veg avstað aftur, sigur ein smílandi Steen.
 
Tað náttúrliga
- Torvtekjur, hví ikki? Har er eingin marknaðarføring av flagtekju, hetta kundi verið nakað fyri føroyingar. Takplátur verða massaframleiddar, men torvtekjan hevur ein náttúrliga funktión. Eins og basalt, sum tit hava nógv av og sum eg síggi verður brúkt. Hetta síggja vit í miðbýnum í høvuðsstaðnum har vit báðir ganga. Eisini sær hann fleiri møguleikar í træi, tá ið ein byggir størri hús. Somuleiðis eru fleiri møguleikar við betongi, sum mann hevur fleiri møguleikar í at blanda. - Ein kann gera mang ymisk ting við betongi, tað er sum at røra eina kaku, skemtar hann. Men størsta hóttanin ímóti eini sermerktari føroyskari byggilist er glas. - Størsta hóttanin ímóti tí sermerkta er glas, staðfestir Steen, eingin traditión er fyri tí í Føroyum frammanundan.