Norðurlandaráðið

Finnbogi Ísakson

Í tíðindunum frættist, at valið av tveimum limum í Norðurlandaráðið er útsett í nakrar dagar, tí Tjóðveldisflokkurin vil hava annað umboðið, hóast samgongan saman við Sjálvstýrisflokkinum er so talsterk, at hon eigur báðar.
Mær rennur til hugs, at á valinum í 1974 gjørdist tingmannatalið 26 tilsamans. Ein samgonga varð skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin við 18 tingmonnum aftan fyri seg.
Samgongan var sostatt nóg sterk til at fáa bæði umboðini, tí helvtin av 18 gevur 9 tingmenn, meðan andstøðan bert hevði 8.
Eg eri fullvísur í - men havi ikki kannað tað gjølla - , at samgongan læt andstøðuna fáa annað umboðið. Tað varð gjørt, tí andin í allari skipanini við Norðurlandaráðnum er, at tingini í londunum skula vera so breitt umboðað sum gjørligt. Tað er nakað at hugsa um hjá einari breiðari samgongu.
Tað ber ikki til hjá samgonguni at siga, at andstøðan fær annað umboðið, tí Kári P. Højgaard fær sessin. Tá valt verður, er hann ikki í andstøðu, men samgongu.