Norðurlendsk Meistarastevna í Vági

Ungir svimjarar úr øllum Norðurlondum og úr Baltalondum stevna til Vágs í summar

Í juli mánað verður Páls Høll í Vági karmur um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung, stytt NMU.

 

Tað fortelur Vágs Býráð frá í morgun.

 

NMU er stór norðurlendsk svimjistevna, har tað, umframt svimjarar úr øllum Norðurlondum, eisini eru svimjarar úr Baltisku londunum.

 

 Svimjisamband Føroya hevur í vikuni sent innbjóðing til øll svimjisambondini í Norðurlondum og í Baltalondunum.

 

Men áðrenn innbjóðingarnar eru sendar, er longu greitt, at stórur áhugi er fyri NMU í Føroyum, sigur Vágs Býráð frá Róki í Jákupsstovu, formanni í Svimjisambandi Føroya.

 

– Vit vænta, at tað koma millum 150 og 200 svimjarar, venjarar, leiðarar og onnur til Føroyar til NMU, og tey eru longu farin undir fyrireikingarnar saman við Vágs kommunu, Suðuroyar Svimjifelag og øðrum, sigur formaðurin í Svimjisambandinum.

 

Borgarstjórin í Vági fegnast um, at ein so stort, norðurlendskum tiltak verður í Vági.

 

– Hetta verður fyrsta stóra altjóða svimjistevnan í Páls Høll, men hetta verður ikki tann seinasta altjóða svimjistevnan í Vági, tað er longu greitt, sigur Dennis Holm.

 

NMU verður í Vági leygardagin 8. juli og sunnudagin 9. juli, men norðurlendsku ferðaløgini koma tó til Føroyar longu hósdag og fríggjadag, og tey flestu fara væntandi avstað aftur mánadag.

 

– Umframt at kappast í Páls Høll, verður sjálvsagt eisini høvi at síggja Vág og náttúruna kring Vág hetta vikuskiftið í juli.

 

Norðurlendska Meistaraskapurin fyri Ung er fyri 13-15 ára gamlar gentur og 14-16 ár ár gamlar dreingir.