Norðurlendsk mentan hittar í útheimi

Serliga eru tað norðurlendsku sjónvarpsrøðirnar, ið hava gjørt, at norðurlendsk snigeving, tónleikur og bókmentan er blivi áhugavert fyri útlendingar. Í hesum døgum gera norðurlond vart við seg bæði á mótaviku í London og mentanarfestivali í Washington

Orðið skandinavia er nakað, sum í hesum døgum er nógv umrøtt úti í heimi. Í februar eru tvey stór tiltøk í Stóra Bretlandi og í Amerika, har norðurlendsk mentan veruliga verður sett á breddan. Á London Fashion Week halda fleiri norðurlendskir sniðgevar til í einum felags bási, sum er stak væl vitjaður. Og í Washington er norðurlendsk mentan eisini í hásæti, nú mentanarfestivalur verður í døgunum 19. Februar til 17. Mars.

Orsøkin til stóra áhugan fyri norðurlondum eru fleiri, men fyrst og fremst eru tað vælumtóktu sjónvarpsrøðirnar úr Danmark, Brotsgerðin og Borgin, ið hava fingið eyguni hjá útlendingum upp fyri norðurlondum.


Troyggjan stóra ávirkan

At norðurlendsk mentan og serliga sniðgeving er hægsti móti fyri tíðina er Dorothe Grundhoft als ikki í iva um. Hon stendur fyri fyrireikingunum av stórari framsýning á London Fashion Week, har norðurlendskir sniðgevar eru umboðaðir.

- Sendingar sum Brotsgerðin og Borgin hava fangað útlendingar og gjørt, at útlendingar eisini eru blivnir meira tilvitaðir um norðurlendska sniðgeving og øðrum, ið viðvíkur norðurlondum, sigur Dorothea Grundtoft og heldur fram:

- Vit kunnu bara hyggja at troyggjuni, sum Sofie Gråbøl var í í Brotsgerðini. Tað bleiv jú ein bestsellari av eini aðrari verð, og tað eru føroysku sniðgevarnir Guðrun & Guðrun, ið hava sniðgivið hesa vælumtóktu troyggjuna, sigur Dorothea Grundtoft. Guðrun & Guðrun eru eisini við á London Fashion Week hesaferð.

Fyri nøkrum mánaðum síðani frættist, at kona Charles Prins í Onglandi, Camilla, hevur fingið eina troyggju eins og tann, sum er at síggja í Brotsgerðini.

- Tað, sum ger norðurlendska sniðgeving áhugaverda, er serliga tað einkulta, minimalistiska samantvinnað við smálutum við góðsku. Norðurlendskir sniðgevar brúka reinar rávørur so sum silki og kasjmir. Litirnir endurspegla ljósið og norðurlendsku náttúruna – tað svarta, brúna og gráa. Hetta eru litir, ið hóska til flest øll fólk, greiðir Dorothea Grundtoft.


Amerikanar stóran áhuga

Tað verður ikki einans varpað ljós á norðurlendska sniðgeving í hesum døgum, tí í Washington verður norðurlendsk mentan sett í hásæti komandi fýra vikurnar.

Nordic Cool 2013 er heitið á stórum mentanarfestivali, sum byrjar í morgin. Festivalurin fer fram á John F. Kennedy Center for the Performing Arts, sum er eitt av størstu mentanarhúsunum í Amerika.

Fleiri enn 700 norðurlendsk listafólk eru boðin við. Umframt frá teimum fimm norðurlendsku londunum eru eisini Føroyar, Grønland og Áland við á mentanarfestivalinum. Listamaðurin Tróndur Patursson hevur framsýning við sýnum eyðkendu fuglum úr glasi.

Ymsar listagreinar eru umboðaðar á mentanarfestivalinum, so sum sjónleikur, tónleikur, filmur, bókmentir, sniðgeving, arkitekturur og norðurlendsk gastronomi. Harafturat eru eisini fleiri ymiskir fyrilestrar um norðurlendska list á breddanum komandi fýra vikurnar á festivalinum í Washington.