Norðurlendsk ráðstevna um skeljar og skeljadjór

Fyri 3. ferð verður skipað fyri ráðstevnu av um skeljar og skeljadjór. Tann fyrsta ráðstevnan var í Strømstad í Svøríki 2001, og næsta ráðstevnan var í Bergen 2002. Tá var samtykt, at næsta ráðstevnan skuldi verða í Føroyum.

Tíðindaskriv



Fríggjadagin 21. novembur verður hildið til í Müllers Pakkhús í Tórshavn.
Leygardagin 22. november verður hildið til í Norðurlandahúsinum
Leygarkvøldið verdur døgurði í Müllers Pakkhús við øllum góðum úr sjónum (Birgir Enni, saman við manning av Norðlýsinum, skipa fyri)
Sunnudagin verður aftur hildið til í Müllers Pakkhús.

Ráðstevnan kemur at snúgva seg um skelja- og skeljadjóra vinnuna í Norðurlondum.

Umboð úr Føroyum koma at greiða frá um havbotnin og havstreymum kring oyggjarnar; og um planteplankton og hvønn týdning tað hevur fyri aling av kræklingi. Eisini verður greitt frá um øður og krabbaframleiðslu, skeljavirki, og sølu av skeljum og skeljadjórum.

Umboð úr Danmark greiða frá um Dansk Skaldyrs Center, og um menning av kræklingi og ostra (østers).

Íslendingar fara at greiða frá um teirra kræklinga framleiðslu.

Norðmenn fara saman við sviðum, at tosa um krabbar og felags norðurlendskt samstarv um sølu.

Tað eru Birgir Enni frá Norðlýsinum og Árni Nicolajsen frá Fiskiransóknarstovuni, sum skipa fyri.