Norðurlendsk skúlabókasavnsráðstevna

Í Havn í døgunum 27. juni ? 2. juli 2001.


 

Norðurlendska Skúlabókavarðafelagið skipar í samstarvi við Skúlabókasavnsfelagið fyri ráðstevnu í Havn í hesum døgum. Henda fimtanda ráðstevna, ið hevur yvirskriftina:

" Felags norðurlendsk skúlabókasavnsmenning ? er tað møguligt?" verður á Hotel Føroyum í Havn í ár.

Hetta er aðru ferð at ein slík ráðstevna er í Føroyum. Fyrru ferð var í1986. Evnini á slíkum ráðstevnum eru ymisk, men felags fyri hesar ráðstevnum er, at tær snúgva seg um barnabókmentir, skúlabókasavn, undirvísingarmiðlar og undirvísing. Í ár hava vit so valt at leggja dent á sjálvt arbeiðsstaðið hjá skúlabókavørðinum, skúlabókasavnið ? námsfrøðiliga tænastudeplin.

Ymisk er, hvussu skúlabókasøvnini eru skipað í teim ymsu londunum. Á hesari ráðstevnu fara vit at vita, um vit kunnu leggja eina felags strategi fyri, hvussu vit kunnu skipa skúlabókasavnið í komandi tíðum. Nýggja kt-tøknin gevur nýggjar møguleikar at fáa til vega upplýsingar og bera fram upplýsingar og vitan. Hetta gevur avbjóðingar til undirvísing og skúla, og í hesum er skúlabókasavnið ein týðandi partur.

Ráðstevnan er skipað sum fyrilestrar, innlegg, orðaskifti, bólkaarbeiði og framløgur.

Tað verða eisini stundir hjá teim 40 norðurlendsku gestunum at uppliva føroyska náttúru og mentan.

Ráðstevnan byrjar hóskvøldið 27. juni við at rithøvundurin, Hanus Kamban, heldur fyrilestur, hann nevnir "Føroyar og Evropa ? Hvussu føroyskt hevur fótað sær í mentanarliga samskiftinum við Norðurlond og Evropa".

Norðurlenska Skúlabókavarðafelagið er at treffa á www.n-s-f.dk