Norðurlendsk sorg og gleði

Danmark er í enn einari hálvfinalu. Noreg søplaði søguligan møguleika burtur í einum ógloymandi dysti

Norska manslandsliðið í hondbólti stóð á gáttuni til at skriva søgu. 95 sekund vóru eftir av avgerandi dystinum ímóti Póllandi, og Noreg førdi 30-28. Okkara grannar í eystri høvdu sigurin, og ta stóru søguligu løtuna í pottinum, men teir mistu alt á gólvið.

Fyrst gjørdi Vegard Samdahl álopsfeil. Póllendingarnir fóru í álop, og skoraðu til 30-29. Tá kom fjáltur á norðmennirnar, sum tá høvdu mist málverjan, Steinar Ege, og høvdu ein ógvuliga skerdan Stian Vatne við knæskaða.

Frank Løke kundi stongt dystin, og skorað til 31-29, men Szmal í pólska málinum bjargar. Póllendingar gagnnýta álopið og javna til 30-30. 15 sekund eftir, og norski venjarin, Robert Hedin velur at taka norska málverjan út, og spælir við 7 útispælarum fyri at norska liðið kundi fáa avgerandi sigursmálið.

Men norski stórspælarin, Kristian Kjelling spældi bóltin skeivt frá sær. Bólturin rakti Frank Løke, og støkk til Artur Siodmiak, sum hegnisliga beindi bóltin í norska málið.

Siodmiak er ikki kendur fyri at skora nógv mál, men hetta málið fer í søguna, sum eitt hitt mest dramatiska nakrantíð. Pólland skal spæla hálvfinalu ímóti vertslandinum, Kroatia, meðan Noreg skal spæla um 9. og 10. plássið ímóti Slovakia. Dysturin verður spældur í morgin kl. 19.15.


Kjelling átekur sær skyldina

Kristian Kjelling, sum spælir við spanska stórfelagnum, Portland San Antonio er ein av høvuðsfaktorunum aftanfyri, at Noreg hevur havt eina so góða kapping. Men Kjelling var ivaleysur í, at hann hevði alla skuldina.

– Eg spilti okkum møguleikan. Eg geri tann klassiska feilin, at eg ikki skjóti uppá mál, sjálvt um tveir mans koma út ímóti mær. Ístaðin royni eg at spæla bóltin Frank (Løke), men raki hann bara í dyntilin. Tað er 100% mín egna skyld. Tað var ein katastrofal avgerð frá mínari síðu. Segði Kristian Kjelling við norska TV2.

Kristian Kjelling gjørdist kortini toppskorari við 8 málum.

Norski venjarin, Robert Hedin helt av sonnum, at bitin varð beiskur at svølgja.

– Ímóti dystarenda fóru vit eftir øllum. Hedin heldur, at Noreg var betri enn Pólland, og at Noreg hevði uppiborið at vunnið.

– Kjelling kundi skotið sjálvur, men tað bleiv til eina ringa sending inn til Frank Løke. Hann kundi farið eftir einum fríkasti, men tað er lætt at verða eftirklókur.

Um spurningin hví Noreg ofta brennur saman við dystarenda, svaraði Hedin:

- Tað kann verða mangul uppá rutinu. Men hetta fara vit at venja til tað næsta endaspælið.


Wilbek aftur í einari hálvfinalu

Um sæð verður burtur frá olympisku summarleikunum í Beijing, so hevur danski venjarin, Ulrik Wilbek altíð verið í hálvfinaluni, tá hann hevur verið í einum endaspæli við danska kvinnulandsliðnum ella danska manslandsliðnum í hondbólti. Hetta er fjórða hálvfinalan hjá Wilbek, sum venjari hjá manslandsliðnum.

Wilbek var í hálvfinalunum í EM í 2006 og 2008, og HM í 2007. Nú kann Wilbek so gleða seg til enn eina hálvfinalu, og við tí trýstinum sum er frá kroatisku áskoðarunum, so er Wilbek neyvan keddur av, at Danmark skal spæla ímóti Fraklandi, og ikki Kroatia.

Danmark vann 27-25, aftaná hálvleiksstøðuna 14-14. Wilbek hevði eitt sindur torført við at seta orð á hvussu Danmark rakk enn einari finalu: - Tað er ringt at siga, men vit halda áfram at stríðast. Vit høvdu ringt við at fáa mál í 2. hálvleiki, men vit halda fram við at stríðast. Segði Ulrik Wilbek við danska TV2 aftaná dystin. Wilbek staðfesti tó, at hann helt, at danski hópurin var breiðari, enn tann týski hópurin.


Hvidt var erligur


Málverjin Kasper Hvidt, sum hevur átt lívið í Danmark í mongum dystum, var erligur aftaná 27-25 sigurin ímóti Týsklandi.

- Aftaná dystin ímóti Póllandi vóru vit rættiliga ónøgdir við dómarnar. Vit høvdu teir somu dómarnar í dag, og tað kunnu vit verða rættiliga nøgdur við, segði Kasper Hvidt aftaná dystin. Týskland fekk nakrar ivasamar avgerðir ímóti sær, sum Danmark so fekk høvið til at gagnnýta. Hálvfinalurnar verða fríggjadagin. Danmark og Frakland spæla kl. 16.30, og Kroatia og Pólland spæla kl. 19.10.