Franska manslandsliðið í hondbólti vann sum væntað dystin ímóti svium í London í gjárkvøldið, og tað úrslitið gjørdi, at Danmark og Svøríki møtast í fjórðingsfinaluni.
Tað franska liðið hevði munin alla tíðina og var eitt skifti á odda við seks málum. Munurin minkaði tó út ímóti endanum, og dysturin endaði 29-26 til fransmenn.
Danskir fjølmiðlar eru á einum máli um, at Danmark eigur at vinna fjórðingsfinaluna ímóti Svøríki. Teir vísa millum annað á, at danir hava góðar royndir av at møta svium í stórum kappingum. Í EM-kappingini í januar vann Danmark 31-24, og í HM-kappingini árið fyri vunnu danir 27-24.
Vinnur Danmark á Svøríki, skal danska liðið spæla ímóti vinnaranum av fjórðingsfinaluni millum Ísland og Ungarn, so tað kann væl henda, at vit fáa eina norðurlendska uppgerð afturat.
Hinar báðar fjórðingsfinalurnar eru
Kroatia og Tunesia
Spania og Frakland.