Fýra ferðir um ári heldur NOMUS (Nordisk Musikkommitté) fund við m.ø. tí fyri eyga at viðgera umsóknir um stuðul til nýskapandi tónlist, eins og at gera innstillingina til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins, ið finnlendingurin, Leif Segestram fekk í 1998. Innstillaði úr Føroyum hava seinastu tvey árini verið tónasmiðurin, Kristian Blak, í 1997, og tónleikabólkurin, Enekk árið eftir.
Brandur Øssursson, ið er føroyska umboðið í nevndini, hevur borið soleiðis í bandið, at fundurin hesuferð verður hildin í Føroyum. Hann hevur sitið 3 ár í nevndini.
NOMUS gevur út blaðið Nordic Sound, ið sambært Brandi Øssurssyni viðger norðurlendskan tónleik á høgum støði. Blaðið verður sent kring allan heim; á sendistovur, útvarp og ymiskar tónleikastovnar til tess at kunna um norðurlendskan tónleik. Harumframt gevur NOMUS út eina rúgvismikla skrá við so at siga øllum bústøðum, ið kunnu setast í samband við tónleik í Norðurlondum
Mentanargrunnur Nomusar, ið ikki er eins stórur og flaggskipið í hesum høpi, Mentanargrunnur Norðurlanda, men tó hevur einar 6-7 milliónir at veita í stuðli, hevur veitt tónleikalívi føroyinga stuðul í fleiri førum. T.d. kunnu nevnast Summartónar, Aldubáran og Cantus Borealis.
Norðurlendsk umhvarv
? Samanborið við fólkatalið í Føroyum, hevur stórur stuðul verið veittur herheima, men ynskiligt hevði verið, at fleiri umsóknir komu, segði Brandur Øssursson á tíðindafundinum í Norðurlandahúsinum, ið Helga Hjörvar, stjóri, hevði boðið til. Brandur gjørdi kortini vart við, at summar treytir fylgja við. Føroyski nevndarlimurin segði, at tað ikki nyttar einum føroyskum orkestri at biðja ein føroyskan tónasmiði smíða eitt føroyskt verk, ið eftir ætlan skal framførast í Føroyum. ? Í einum tílíkum føri er torført at fáa eyga á ein norðurlendskan profil, og tískil verður stuðul neyvan veittur hiðani, segði hann.
Til tess at stuðla eini tónlistarligari ætlan í føroyum t.d., er neyðugt, at talan er um nýskapandi tónlist, og at verkið, ella tónleikabólkurin onkusvegna hava norðurlendsk umhvarv. ? Tað verður ikki spurt um tónleikagrein ella slag, men eftir tónlistarligu góðskuni, og í hvønn mun, talan er um nýskapan, legði Brandur Øssursson dent á.
Umfevnandi virksemi
Arbeiðið hjá Nomus fevnir ikki bert um stuðulsveitingar og virðislønir. Arbeitt verður eisini við ítøkiligum ætlanum. Í sambandi við ár 2.000, verða lunnar í løtuni lagdir undir eini stórari ungdómsætlan, ið fevnir um øll norðurlond.
Brandur Øssursson nevndi harumframt ymiskar kanningar, sum eru settar í verk. ? Vit hava sett ein tónleikaprofessara at kanna, hvør tónleikur verður spældur í symfoniorkestrunum í Norðurlondum, og hetta er sera spennandi. Serliga tí kanningin kanska fer at avdúka, í hvønn mun orkestrini eru bundin at tí landafrøðiliga; hvussu norsk tey norsku orkestrini eru, og hvussu donsk tey donsku eru, o.s.fr.
Umframt drúgva fundarvirksemið við einum hundrað stuðulsumsóknum teir tríggjar dagarnar nevndin er savnað í Føroyum verður, um viðrar, farið ein túr við sluppini, Norðlýsinum, leygardagin. Hinir norðurlendsku nevndarlimirnir fara avaftur landinum sunnudagin.