Norðurlendski tónin verður ofta sagdur at vera gátuførur og ringur at lýsa.
Men fyrsta vikuskiftið í november ber til at hoyra breitt úrval av norðurlendskum røddum, norðurlendskum tónleiki.
Tá verður tiltakið Nordiske Nætter á Mosegaard Museum í Aarhus. Og eitt fyrst nevndu nøvnunum á listanum er Teitur. Føroyski Teitur Lassen hevur eina røð av útgávum á baki, og hann fer á pall 5. november klokkan 20:00.
Millum hinar luttakararnar eru Vilde Tuv, The Hearing, Malmö og Nothern Assembly.