Norðurlendskir blaðteknarar til Føroya

22. apríl letur upp heldur óvanlig framsýning í Norðurlandahúsinum við blaðtekningum hjá níggju norðurlendskum blaðteknarum, teirra millum føroyska Óla Petersen. Dagarnar frammanundan verður fokus sett á blaðtekningina sum listagrein og miðil í samfelagsliga orðaskiftinum við verkstovu og pallborðaorðaskifti í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Blaðtekning og fólkaræði
Jan Müller
[email protected]


Í sambandi við at tann týdning, sum blaðtekningin hevur fyri samfelagsliga orðaskifti og fyri fólkaræðið sum heild - og í sambandi við at listamaðurin Óli Petersen er farin um tey sjeyti í ár - skipar Miðlahúsið í Vágsbotni fyri eini stórari norðurlendskari framsýning av blaðtekningum. Tilsamans 9 norðurlendskir blaðteknarar fara at vísa fram tekningar í Norðurlandahúsinum. Framsýningin, sum er tann fyrsta av sínum slag í Norðurlondum, letur upp 22. juli kil. 15.

Talan er um eina verkætlan, sum fevnir um framsýning, verkstovu/workshop og almennan kjakfund um blaðtekningina. Endamálið er at seta fokus á leiklutin hjá blaðtekningini og týdning hennara fyri almenna orðaskiftið sum heild og serstakliga fyri orðaskiftið um fólkaræðið og støðu fólkaræðisins í dagsins samfelag. Eisini viðgerð verkætlanin blaðtekningina sum serstøk listagrein.

Verkætlanin fevnir um eina framsýning í Norðurlandahúsinum av tekningunum hjá einum íslendskum, einum norskum, einum álendskum, fimm donskum og einum føroyskum blaðteknara.

Teir norðurlendsku luttakararnir, allir kendir blaðteknarar, á framsýningini eru fyriuttan Óla Petersen eisini Sigmund Jóhannesson (Siggi) úr Íslandi, Finn Graff úr Noregi, Jan Nordlund úr Ålandi og Jørgen Willumsen, Claus Seidel, Anette Carlsen, Bob K. Nielsson og Roald Als úr Danmark.

Dagarnar áðrenn framsýningin letur upp verður verkstova/workshop í Miðlahúsinum, har fleiri av luttakarunum fara at tekna skemtitekningar við støði í almenna orðaskiftinum í Føroyum og føroyskum samfelagsviðurskiftum sum heild.

Endamálið við hesum partinum av verkætlanini er, at føroyski almenningurin skal fáa innlit í heimin hjá einum blaðteknara. Tekningarnar, sum verða framleiddar á verkstovuni, verða síðani sýndar fram á sjálvari høvuðsframsýningini, sum letur upp tann 22. apríl í Norðurlandahúsinum.

Í sambandi við verkstovuna verður alment pallborðsorðaskifti um støðuna hjá blaðtekningini við atliti at skrivi- og talufrælsinum. Eisini verður blaðtekningin sum miðil við atliti at samfelagsorðaskiftinum umrødd.

Fyriskipararnir meta, at tað hevur stóran týdning, at almenningurin í Norðurlondum fær størri kunnleika til blaðtekningar sum list og sum miðil í samfelags- og mentannarorðaskiftinum. Ætlanin eisini at fáa framsýningina setta upp í Íslandi og Danmark.