Norðurlendska ráðstevnan ?Varðveitsla, menning ella líkasæla? verður í Norðurlandahúsinum Ráðstevna um fólkatónleik verður í Norðurlandahúsinum nú um vikuskiftið. Heitið á ráðstevnuni er ?Varðveitsla, menning ella líkasæla?. Stevnan tekur støði í ritgerð um umstøðurnar hjá fólkatónleikinum í norðurlondum, sum fólkatónleikarin Dánjal á Neystabø hevur skrivað, meðan hann hevur tikið útbúgving í Svøríki. Hetta er fyrstu ferð, at ein slík ráðstevna verður hildin her á landi, og er ætlanin, at hon skal leggja lunnar undir eitt slóðbrótandi samstarv millum norðanlond. Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á menningarmøguleikarnir fyri føroyskum fólkatónleiki í einum livandi og dygdargóðum umhvørvi. Dánjal á Neystabø hevur sjálvur eina framløgu, og fer síðani at stýra einum orðaskifti, sum varpar ljós á evnið. Fólkatónleikarar og serfrøðingar úr Íslandi, Danmark, Noregi, Finnlandi og Svøríki koma øll at hava eina framløgu uppá 20 minuttir hvør, har tey fara at lýsa sjónarhornini hjá teimum ymisku norðurlondunum. Tónleikur og dansur verður eisini borin fram í Sjónleikarahúsinum. Tað verður leygardagin millum kl. 19.30 til 21. Ráðstevnan um fólkatónleik byrjar í Norðurlandahúsinum í morgin. Byrja verður kl. 16. Øll sum hava áhuga fyri tónleikaviðurskiftum eru vælkomin til bæði tiltakið í Norðurlandahúsinum, og í Sjónleikarahúsinum.