Norðurlendskir tónar til Føroya

Music of the Northlands er tónlistasamtak, har føroyska Angelika Nielsen er við. Samtakið er á ferð og í næstum verða konsertir í Føroyum. Talan er um eina ætlan, har norðurlendskir fólkatónleikarar leika og ferðast saman. Mánakvøldið og týskvøldið hava føroyingar møguleika at hoyra fólkatónleikin úr Norðurlondum

Mánakvøldið klokkan 19:30 verður konsert í Norðurlandahúsinum og týskvøldið klokkan 20:00 verður konsert umborð á Høganesi.
Talan er um verkætlanina Music of the Northlands, sum nú vitjar í Føroyum. Hetta er samtak av ungum og eldri fólkatónleikarum úr ymsum londum, ið fáa høvi at leika saman og læra ymsu mentanirnar at kenna. Á skránni er tónleikur úr øllum londunum, ið tónleikararnir eru úr og bólkurin er eisini á konsertferð til øll londini.
Føroyska umboðið er unga vestmannagentan Angelika Nielsen, ið leikar fiól, og sum nemur sær tónlistaútbúgving í Íslandi. Hóast ung, so hevur hon royndir. Hon leikar ymsan tónleik. Umframt klassiskan tónleik, so hevur hon í áravís eisini verið partur av fólkatónleikabólkinum Spælimenninir.
Í bólkinum eru Angelika Nielsen úr Føroyum, fiól, Henrik Jansberg, Danmark, fiól, Robert Harbon, Ongland, concsertina, guitar, Dylan Fowler, Wales, guitar, Gavin Whelan, Írland, whistle. Low whistle, Synøve Bjørset, Noreg, hardingfele, Sophia Eriksson, Svøríki, viola d?amore og fiól.
Bólkurin er á ferð til øll tey lond, leikararnir eru úr og mánakvøldið og týskvøldið sleppa føroyingar at hoyra ymsan fólkatónleik úr ymsum londum. Angelika Nielsen hevur sum føroyskt umboð m.a. kaðað í gamla nótabók hjá Svabo, fyri at finna føroyskar tónar.