Norðurlendsku londini á odda

Í bólki C eru tað Danmark og Svøríki, sum eru á odda, áðrenn seinastu dystirnir í bólkinum verða leiktir í dag, og tá hittast júst hesi bæði lið.

Eftir dystirnar í bólki C fríggjadagin eru tað Danmark og Svøríki, sum hava bestu kortini. Danmark vann sín dyst ímóti Bulgaria 2-0, meðan sviar fingu ein týðandi 1-1 javnleik móti Italia.

Uppiborin danskur sigur
Danir sótu á øllum í fyrra hálvleiki av dystinum ímóti Bulgaria. Eyðkendi danski spælistílurin við skjótum uppspæli gjøgnum síðurnar, gav bulgarsku verjuleikarunum stórt høvuðbrýggj, men tað gjørdist tó sjáldan rættuliga vandamikið framman fyri bulgarska málið.
Tað eydnaðist tó danska liðnum at seta hol á, tá ið fyrri hálvleikur var nærum liðugur. Miðvallardynamoin, Thomas Gravesen, ið var við aftur á liðnum, sendi ein bólt inn um verjuna hjá Bulgaria til Martin Jørgensen, og Udinese-leikarin var ósjálvsøkin og trillaði bóltin upp á tvørs til Jon Dahl Tomasson, ið bert skuldi seta innarsíðuna á, og so var 1-0.
Eftir steðgin løgdu danir seg nógv longur aftur á vøllin, og tað tókist ikki verða nøkur serliga skilagóð avgerð, tí hetta gav bulgarska liðnum yvirvág eina góða løtu, og fleiri ferðir leikaði á framman fyri málinum hjá Thomas Sørensen.
So hvørt sum seinni hálvleikur gekk, gjørdust leikararnir hjá Bulgaria meiri og meiri frustreraðir, og teir tiltuskaðu sær ein hóp av kortum. Móti endanum av dystinum fekk liðskipari teirra, Stilian Petrov úr Celtic, sítt næsta gula kort fyri at brúka seg móti dómaranum, og tað gav honum so eitt brúsubað fyri tíð. Danir slerdu sigurin fastan, tá ið farið var út um vanligu leiktíðina. Jesper Grønkjær, ið var komin á vøllin miðskeiðis í fyrra hálvleiki fyri ein meiddan Dennis Rommedahl, slapp inn um verjuna hjá Bulgaria, og hann sendi bóltin framvið bulgarska málverjanum, og so vann Danmark 2-0.

Sviar vóru hepnir
Seinni dysturin fríggjakvøldið var uppgerðin millum Italia og Svøríki. Nógv rumbul hevði verið í italsku EM-leguni, bæði tí at stjørnuspælarin, Francesco Totti, hevði fingið leikbann í tríggjar dystir, men eisini tí at spælið í fyrsta dystinum móti Danmark ikki hevði verið nøktandi.
Italia byrjaði dystin sum eitt óløgi, og álopini skolaðu oman móti svenska málinum. Antonio Cassano avloysti Roma-liðfelagan, Totti, í italska álopinum, og hann legði eisini lið sítt á odda í fyrra hálvleiki, tá ið hann við høvdinum setti eitt innlegg frá Panucci í málið til 1-0 til Italia, eftir at svenska rangstøðufellan kiksaði.
Sviar høvdu ikki nógv at bjóða upp á í dystinum, hóast Arsenal-leikarin, Frederik Ljunberg, til tíðir vísti, hví so nógv evropeisk stórlið hava sýnt honum áhuga. Best leikari hjá svium í dystinum fríggjakvøldið var tó uttan iva málverjin, Andreas Isaksson, úr Djurgården, men sum í næstum fer at spæla fyri franska felagið Rennes. Isaksson hevði fleiri framúr góðar bjargingar, og serliga Christian Vieri man hava fingið marruna av svenska málverjanum.
Sum so nógv onnur lið ofta gera, gjørdu italiumenn tað mistak, at teir tóku seg longur aftur á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tað gjørdi, at sviar, sum annars ikki høvdu verið vandamiklir, bráddliga fingu fótin fyri seg. Brøndby-leikarin, Mattias Jonson, hevði eina naksa skotroynd, sum Gianluca Buffon í italska málinum bjargaði hegnisliga, men fimm minuttir fyri leiklok, fekk Svøríki javnað. Eftir eitt sindur av trunkaspæli framman fyri italska málið, endaði bólturin hjá Zlatan Ibrahimovic, og Ajax-framherjin sparkaði bóltin í einum boga aftur um seg, og hóast Christian Vieri royndi at verja fyri á sjálvari málstrikuni, so smeyg bólturin sær millum tvørstongina og høvdið á Vieri, og so var 1-1. Italiumenn kastaðu nú alt fram aftur, og í yvirtíðini var nær við, tá ið Christian Panucci við høvdinum sendi bóltin beint fram við málinum hjá Andreas Isaksson.

Italia má vinna
Undan dystunum í dag hava Danmark og Svøríki fýra stig, Italia hevur tvey, meðan Bulgaria onki stig hevur. Um Italia yvirhøvur skal gera sær nakrar sum helst vónir um at koma í fjórðingsfinaluna, skulu teir vinna dystin móti Bulgaria, og samstundis noyðast teir at vóna, at Danmark og Svøríki ikki spæla javnleik 2-2, tí so koma tey bæði norðurlendsku londini víðari.
Í italsku fjølmiðlunum hava gitingar longu verið frammi um, at ein norðurlendsk samansvørjing verður gjørd, soleiðis at dysturin millum Danmark og Svøríki endar 2-2, og bæði liðini koma víðari. Hetta hava tó bæði danski venjarin, Morten Olsen, og annar av svensku venjarunum, Lars Lagerback, víst aftur, og Morten Olsen segði, at í einum EM-endaspæli fert tú altíð á vøllin fyri at vinna dystin.

Danmark-Bulgaria 2-0 (1-0)
1-0 Jon Dahl Tomasson
2-0 Jesper Grønkjær

Italia-Svøríki 1-1 (1-0)
1-0 Antonio Cassano
1-1 Zlatan Ibrahimovic