Norðurlendsku OL-liðini

Av teimum seks norðurlondunum, er Svøriki hitt sterkasta. Áhugavert verður at fylgja 13 ára gamla stórmeistaranum Magnus Carlsen, sum mannar 1. borð á norska OL-liðnum.

Talv

Grannalond okkara hava, eins og vit, longu almannakunngjørt síni landslið, sum fara til talvolympiaduna á Mallorka í døgunum 14-31. oktobur. Okkara lið er nógv tað veikasta, um man tekur miðalratingina, meðan sviar eru eitt vet sterkari enn danir og norðmenn. Miðalratingin av liðunum er roknað útfrá fýra teimum ovastu umboðunum. Eykamennirnir eru ikki roknaðir við.
Sí liðmanningarnar aðrastaðni í blaðnum í dag.

Undurbarnið
Yngsti stórmeistari í heiminum í løtuni, Magnus Carlsen (2567), hevur fingið æruna at manna 1. borðið á norska OL-liðnum. Hóast hann hevur minni rating enn venjarin hjá sær, Simen Agdestein (2595), sum hevur 2. borð, hevur norska talvsambandið valt, helst við aksept frá Agdestein, at seta Magnus fremst. Ein sonn avbjóðing fyri norska undurbanrið, men hinvegin kann nærum einki yvirraska okkum meir viðvíkjandi Magnusi. Hann hevur seinastu árini fingið knasandi góð úrslit, sum hevur førkað ratingtal hansara ímóti 2600. Í vár hevði hann t.d. Kasparov í knøunum, men talvið endaði tó javnt.
Eins og á føroyska liðnum, eru trý avboð á danska landsliðnum: GM Curt Hansen, GM Lars Bo Hansen og GM Hendrik Danielsen. Danska liðið er annars mannað við júst teimum somu telvarunum sum fyri tveimum árum síðani í OL í Bled, Slovenia. Curt hevði styrkt væl um liðið, men eftirhondini munnu danir vera vanir við at klára seg uttan Curt, sum oftani hevur meldað avboð.
Í 2002 høvdu russar Garry Kasparov á liðnum. Ikki er greitt um hann hesaferð verður trumfurin mikli. Greitt er í øllum førum, at Viswanathan Anand verður 1. borð hjá India.

Internettelving
Síðani ár 2000 hevur ein serlig norðurlandameistarakapping fyri lið verið telvað á internetinum. Meistaraliðini í hvørjum landi fáa á hvørjum ári møguleikan at luttaka. Klaksvíkingar vunnu FM í ár og fingu teir tí atgongd.
Mannagongdin er tann, at hvørt lið telvar á servaranum hjá vælkenda Internet Chess Club (www.chessclub.com). Øll seks liðini sita í hvør sínum landi og telva samstundis. Tíðin er 20 min. + 5 sek pr. leik.
Klaksvíkingar endaðu aftastir við 6 stig, meðan Hellir úr Íslandi vunnu við 20,5 stigum. Á www.ktchess.com er endaliga støðan og einkultúrslitini hjá KTF at finna. Talvið hesa vikuna er úr kappingini.




Norðurlondini
Svøríki(2567)
1GM Evgenij Agrest2602
2GM Ulf Andersson2580
3GM Tiger H. Persson2529
4IM Johan Hellsten Østenstad2557
5IM Emanuel Berg2510
6GM Stellan Brynell2408

Danmark(2553)
1GM Peter H. Nielsen2652
2GM Sune B. Hansen2552
3IM Davor Palo2513
4GM Lars Schandorff2496
5IM Nicolai Pedersen2471
6IM Erling Mortensen2455

Noreg(2546)
1GM Magnus Carlsen2567
2GM Sigmund Agdestein2595
3GM L. E. Johannesen2538
4GM Berge Østenstad2482
5IM Kjetil A. Lie2459
6IM Frode Elsness2408

Ísland(2493)
1GM Hannes Stefansson2549
2GM Helgi Ólafsson2531
3GM Þróstur Þórhallsson2460
4IM Bragi Þórfinsson2431
5IM Arner E. Gunnarsson2418
6IM Stefan Kristjansson2410

Finnland(2458)
1GM Tomi Nubäck2562
2IM Tapani Sammalv.2445
3IM Mika Karttunen2414
4FM Heikki Lehtinen2410
5FM Miikka M. Uuro2397
6FM Riku Molander2345

Føroyar(2280)
1Martin Poulsen2319
2Hans Kr. Simonsen2290
3Olaf Berg2199
4IM John Rødgaard2310
5Eyðun Nolsøe2212
6Carl Eli N. Samuelsen2225