Í samband við Listastevnuna verða Norðurlendsku Sjónleikardagarnir setiir í dag og nógvir leikir eru á skránni. Dagarnir, Nordiske Teaterdage, verða hildnir anað hvørt ár.
Setanin verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum í dag, 7. august, klokkan 18.
Virðisløn
Undir setanini verða røður, upplestur, tónleikur og eisini verður Norðurlendska Dramatikaravirðislønin handað Jóanesi Nielsen, sum fær hana fyri leikin ?Eitur nakað land week-end?? Jóanes Nielsen vann eisini leikritakapping hjá Leikpalli Føroya við hesum leikinum.
?Eitur nakað land week-end?? verður eisni leiktur hesar dagrnar og nógvir leikir eru á skránni, bæði í Havn og kring landið.
Leikirnir eru Tere, Jo Strømgren Kompani, Noreg. Elektra, Uppsala Statsteater, Svøríki. Hóvliga, Elektra, Tjóðleikhúsið, Ísland. Eitur Nakað land Week-end?, Gríma, Føroyar. Vinden Viskar, Masthuggsteatern, Svøríki. Gunnlaug Ormstunga, Teater Pero, Svøríki. Macbeth, Norðurlendsk verkætlan. Kópakonan í leiki og dansi, Dramaverkstaðið hjá Hjørdis Johansen.