Norðurlendskur kórfagnaður

Í kvøld og í annaðkvøld, verður norðurlendskur kórfagnaður í Keypmannahavn. Á kórfagnaðinum verða tvær konsertir. Tann fyrra verður í kvøld á Norðurbryggjuni, og í annaðkvøld verður veitslukonsert í Vor Frelsers Kirke

 
 
Síðani 1997 hevur NAKF savnað íslendsk, grønlendsk og føroysk kór í Danmark fyri at framføra norðurlendskan tónleik.
               Á konsertini, sum verður á Norðurbryggjuni í kvøld, fara kórini hvør sær at framføra verk úr egnari skrá. Gallakonsertin í annaðkvøld verður í Vor Frelsers Kirke í Christianshavn, har kórini saman framføra tað, tey hava vant á fagnaðinum.
               Høvuðsverkið í ár er sjálvsagt verkið, sum er bílagt til júst henda fagnaðin. Tað er verkið, Effigiem Christi, sum Hugi Guðmundsson hevur skrivað.
                Sámal Matras Kristiansen úr Fuglafirði fer at frumframføra, ?Nú líðir móti summartíð?, sum hann sjálvur hevur skrivað og lagt lag til.
               Kórleiðararnir til hesar kórfagnaðir eru altíð norðurlendskir. Hesaferð verða tað, íslendarin Bernharður Wilkinson úr Íslandi og Mads Lumholt úr Grønlandi, sum fara at leiða kórsangin.
               Konsertin í kvøld verður á Norðurbryggjuni klokkan 18.30.
               Veitslukonsertin verður í Vor Frelsers Kirke í morgin klokkan 17.00.
               Meira fæst at vita á heimasíðuni, www.nakf.dk.