Norðurlondsk stuttfilmakapping avgjørd í morgin

Í morgin fellir avgerðin í norðurlondsku stuttfilmakappingini REClimate. Kappingin snýr seg um at gera ein stuttfilm, sum varpar ljós á veðurlagsbroytingar. Tveir føroyskir stuttfilmar eru við í kappingini.

Tilsamans eru 126 filmar tilmeldaðir kappingina. Filmarnir sum sleppa víðari til finaluna verða vístir á United Nations Climate Summit í Keypmannahavn í desember. Hesir finalistar verða funnir gjøgnum atkvøðu á heimasíðuni www.REClimate.net.

Teir føroysku filmarnir eita Burden og The Painting, ið eru ávíkavíst nummar 76 og nummar 109 á atkvøðugreiðsluni. Eisini ber til at síggja filmarnar á heimasíðuni www.REClimate.net.