Hóast Norð Festivalur liggur lutfalsliga seint - ella seinasta dag í august - var veðrið allan leygardagin so gott, sum tað yvirhøvur kundi vera.
Sólin skein allan dagin, og hevði tað ikki verið eitt lítið lot tað mesta av degnum, hevði dagurin næstan verið ov heitur.
Men, tað var ikki bara gjárdagurin, sum var góður á Viðareiði. Eisini í dag skein sólin, og tá tú setti teg í bilin, segði hitamátarin 17 hitastig.
Í gjárkvøldið, tá øll tónleikatiltøkini vóru, var veðrið eisini av tí allar besta, og norðlýsið setti sín dám á luftina yvir bygdini og høgu fjøllunum.
Í dag hava fyrireikararnir lati hoyra frá sær, og her verður sagt, at stívliga 3000 fólk vóru inni á festivaløkinum á tiltakinum hesaferð.
Fyrsta árið Norð Festivalur varð hildin, var í fjør, og fyrireikararnir vóru ovfarnir av undirtøkuni, eins og afturmeldingarnar vóru góðar.
Hóast ikki var kunnað um tiltakið fyrr enn tveir mánaðir fyri byrjan, vóru stívliga 2000 fólk inni á festivaløkinum í fjør.
Hesaferð vóru so umleið 1000 fólk aftrat, og á Viðareiði eru fyrireikararnir ikki í iva um, at ein nýggjur Norð Festivalur verður aftur næsta heyst.
##med2##