Nord Stream 2 tykist tømdur fyri gass

Fyrr í vikuni kom fram, at spreingingar, sum sigast verða tilvitaðar, vóru framdar ímóti Nord Stream 1 og 2.

 

Gassrørleiðingin Nord Stream 2 í Eystrasalti tykist nú at vera tømdur fyri gass.

Tað skrivar danska Energistyrelsen á Twitter.

– Nord STream 2 AG felagið hevur kunna Energistýrelsen um, at tað nú tykist verða javnt trýst á NS2 A rørleiðingini. Tað bendir soleiðis á, at útblásturin av gassi er steðgaður, skrivar Energistyrelsen.

Einki verður sagt um í tweetinum, hvør støðan er á Nord Stream 1. Í gjár boðaði Energistyrelsen frá, at gasslekarnir á Nord Stream 1 væntandi steðgaðu í morgin.

Gass hevur likið út í Eystrasalt í fleiri dagar, og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, leggur í dag dent á, at talan er um sabotasju.

/ritzau/

 

##med2##