Norðdepil: Skuldsettur fyri drápsroynd

Ungi maðurin, sum gjørdust frá sær sjálvum í Norðdepli í morgun, er nú skuldsettur fyri drápsroynd

Tann 18 ára gamli maðurin, sum stakk fýra fólk við knívi í Norðdepli í morgun, er skuldsettur fyri at hava roynt at drepa eitt ungt par, sum hann fór inn til í morgun við, við knívi.

Somuleiðis er hann skuldsettur fyri harðskap av serliga grovum slagi ímóti abba og ommu at manninum, hann er skuldsettur fyri at hava roynt at dripið.

Maðurin var fyri í grundlógaravhoyring í kvøld, men forboð er sett fyri at endurgeva annað úr rættinum enn sjálva skuldsetingina og avgerðina hjá dómaranum.

Tað er fyri ikki at órógva kanningarnar í málinum.

Men maðurin er skuldsettur fyri at hava sníkt seg inn í eini hús í Norðdepli tíðliga í morgun og heilt inn í kamarið, har tað unga parið lá og svav.

Har leyp hann á tey við knívi og stakk og skar tann unga mannin ikki færri enn 17 ferðir ymsastaðni á kroppinum, eitt nú í hálsin, búkin, ryggin, pannuna, økslina og aðrastaðni við.

Somuleiðis varð tann unga kvinnan stungin og skorin tvær ferðir í hálsin og í ryggin.

Hann er nú skuldsettur fyri drápsroynd ímóti hesum báðum.

Tey bæði tóku til rýmingar undan manninum og runnu einar 50 metrar yvir til ommu og abba tann unga mannin.

Men gerningsmaðurin elti tey heilt inn á kamarið, har omman og abbin lógu og svóvu.

Hann legði eisini á tey við knívi og stakk og skar abban tríggjar ferðir í búkin og í síðuna og omman skorin í andlitið og í armin.

Av tí sama er hann skuldsettur fyri harðskap av serliga grovum slagi ímóti abbanum og ommuni.

Tey vórðu øll fýra flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús og eru uttanfyri lívsvanda, men tey høvdu mist nógv blóð.

Gerningsmaðurin fór aftur av húsum og varð eina løtu seinni handtikin uttan hóvasták í Hvannasundi.

Rætturin gjørdi av, at maðurin skal varðhaldsfongslast í slakar fýra vikur, til fríggjadagin 9. august.

Hesa tíðina skal løgreglan brúka at kanna málið og at avhoyra fólkini, sum vórðu álopin og vitni í málinum.