Norðingur fyri fyrstu ferð í 53 ár

10-mannafør: Klaksvíkingar vórðu í heimasjógvi settir uppá pláss av teimum norðuri í Tronganum

Stóra tíðin hjá Norðingi – hjá teimum í Hvannasundi og Norðdepli – var í sekstiárunum. Tá vunnu teir norðuri í Tronganum, sum tað eisini verður nevnt, fleiri ferðir og eisini á norðoyastevnu.

 

Í dag bjóðaðu teir favorittunum og FM vinnarunum í fjør umborð á Klaksvíkingi av. Klaksvíkingur er mannaður við mest sum somu manning, sum í fjør vann allar róðrarnar og harvið FM heitið sera sannførandi.

 

Í dag vann Norðingur. Hetta er fyrsti sigur á norðoyastevnu hjá Norðingi síðani 1969. Tað vil siga, at hetta er fyrsti sigurin hjá Norðingi á norðoyastevnu í 53 ár.

 

Eysturoyingur og Havnarbáturin fylgdu væl við fyrra partin av teininum. So smokkaðu teir eitt sindur, og í kappingini um oddasessin sá tað út til, at Klaksvíkingur var tann drúgvari. Men í endaspurtinum svaraði Norðingur aftur, og tá ið teir báðir bátarnir úr Norðoyggjum fóru um málið, var Norðingur ein hálvan skut undan favorittunum úr Klaskvík.

 

-

 

1 Norðingur 4:33.27

 

2 Klaksvíkingur 4:34.14

 

3 Havnarbáturin 4:40.20

 

4 Eysturoyingur