Nordisk Kulturfond letur 200.000 kr til G! Festivalin

   

Aftur í ár verður Norðurlendski Mentanargrunnurin ein høvuðsstuðul undir G! Festivalinum og allarhelst størsti stuðulin eins og í 2003. NKF letur nevniliga 200.000 kr til tiltakið sum verður dagarnar 16. og 17. juli
G-FESTIVALUR

Hetta varð samtykt á fundi í grunninum 11. mai. og stendur at lesa á heimasíðuni hjá NKF.
G! Festival 2004 leggur eins og í fjør stóran dent á ta norðurlendsku umboðanina við listarfólkum og bólkum úr flestu norðurlondum. Ein treyt fyri at Norðurlendski Mentanargrunnurin veitur stuðul er at minst 3 norðurlond eru umboðað á tiltakinum. Á G! Festival í ár eru nøvn úr Svøríki, Danmark, Noregi, Finnlandi og væntandi eisini Íslandi, umframt Onglandi og USA.
G! Festival tekur hetta sum eina álitisváttan, og sum eitt tekin um, at tað arbeiði, sum bleiv gjørt í fjør, hevur skapt álit í norðurlendskum høpi. Tað er nevniliga ikki vanligt at NKF stuðlar einum tiltaki í fleiri ár á rað. Umframt at vera ein stór álitisváttan til G! Festival er stuðulin frá Nordisk Kulturfond eisini eitt týðandi íkast til fíggingina av tiltakinum.
el