Í Føroyum hevur kjakið um yvirgang verið avmarkað av vantandi vitan og religiøsum fíggindamyndum. Palestinar eru muslimar, ergo eru teir allir terroristar, ergo má okkara samhugi liggja hjá jødunum. Sjálvandi kann átrúnaður hava ein leiklut í frágreiðingini av yvirgangi. Men um vit stara okkum blind gjøgnum okkara egna smala filtur av fordómum, so missa vit allar aðrar frágreiðingar úr eygsjón. Átrúnaður fær ikki so ógvusligan týdning, fyrr enn vit geva teimum sum misnýta átrúnaðin til at øsa og villeiða, orsøk ella møguleikar til tess. Leikurin Nordost gav mær íblástur til at breiðka um kjakið, við at taka harðskap, ójavna og líkasælu við, sum møguligar orsøkir til yvirgang.
Tjetjenska søgan í stuttum
Fyri at gera eina langa søgu fram til 1944 stutta, so hava tjetjenar altíð viljað rátt sær sjálvum, meðan russar við øgiligum harðskapi hava bart uppreistrarnar niður. Í feb.1944 deporteraði Stalin so at siga allar tjetjenar til Kasakhstan, við grundgevingini um, at einstakir bólkar av tjetjenum vóru undir illgruna fyri at stuðla týskarunum. Ein triðjingur av fólkinum doyði av hungri og sjúku í tí vetrarkalda fangatokinum, og enn fleiri í tí fátæksligu og áralongu útlegdini. Ikki fyrr enn í 1957 fingu tey loyvi at venda heimaftur, men tá høvdu russar, og onnur fólkasløg sum ovasta sovjettin hevði tvangsflutt til Tjetjenia, yvirtikið hús og jørð hjá teimum. Hendan demografiska “útvatningin” av stórum etniskum minnilutum, var ein tilvitaður háttur at byrgja upp fyri sjálvstýrisrørslum innanfyri sovjetsamveldi. Men Russiski órætturin fekk eina beint øvugta ávirkan á mentunarliga samleikan og frælsisstríðið hjá tí lítla fólkinum. Undir Gorbatjov blivu glasnost og perestroika, líkasum aðrastaðnis í samveldinum, orsøk til eina tjóðarveking í Tjetjenia, við krøvum um økt sjálvstýri. Men Kreml noktaði at samráðast, so tá Dudajev bleiv valdur til forseta í 1991 og Tjetjenia nakað seinni var lýst sjálvstøðugt land, kendi Jeltsin seg “noyddan” at verja russiska ríkiseindina við harðskapi.
Kríggini
Fyri at niðurberja separatistarnar, sendi Jeltsin í árunum aftaná 1993 heilar 58.000 hermenn til Tjetjenia. Við flogførum, tanksum og tyrlum lupu russar á smáar og størri bygdir, summar blivu “útreinsaðar” fyri øll vaksin mannfólk, og høvuðsstaðurin Groznyj bleiv fullkomiliga javnaður við jørðina. Oyðileggingarnar vóru so ógvusligar, at tey umhugsaðu ikki at endurbyggja býin, men at gera Gudermes til nýggjan høvuðsstað. Mett verður at óstortliga álopið á Groznyj kravdi 27.000 ósek mannalív uppá bert tveir mánaðir. Tjetjenska mótstøðan var so mikið vælskipað, at russiskir hermenn í hópatali lótu lív og Jeltsin hevði tí harðliga brúk fyri eini vápnahvíld, um hann skuldi gera sær nakrar vónir um at verða afturvaldur. Hann undirskrivaði eina avtalu við Maskhadov í 1997, um afturtøku av herdeildum, ríkisrættarligar samráðingar og fíggjarligan stuðul til at endurreisa tað sundursoraða landið. Jeltsin bleiv afturvaldur, men hann sveik avtaluna við tjetjenar. Russisku herdeildirnar hildu áfram við yvirganginum, og pengarnir til enduruppbygging blivu í staðin brúktir til at kroysta Maskhadov at sleppa krøvunum um fullveldi. Tað vildu tjetjenar ikki, og tá Putin kom fram at valdinum í 1999, byrjaði tað næsta tjetjenska kríggi, eitt óvanliga ljótt stríð, sum fleiri serfrøðingar meta javnt við fólkamorð. Russisk mannarættindabrot sum hópdráp, neyðtøkur og píning eru vælútgreinaði av fleiri altjóða felagskapum. Summar tjetjenskar militsir hava brúkt gíslatøkur, m.a. í Budonnovsk, Kizljar, Dubrovka og hvør minnist ikki sorgarleikin í Beslan. Onkuntíð bara fyri at fáa loysigjald, men aloftast sum eina roynd at noyða Kreml at taka herdeildirnar aftur. Tær illagitnu svørtu einkjurnar framdu sjálvmorðsbumbuatsóknir móti russiskum málum, eisini sivilum. Størsta tjetjenska misgerðin er tó uttan iva, at guerilla-hermenn tilvitað møttu russum í stórbýarkríggi. Tá sigur tað seg sjálvt, at ósek lív koma í vanda.
Fleiri hundraðtúsund menniskju eru deyð, í kappingini um vald og vápn, pengar og olju, smugling og menniskjahandil. Í báðum pørtum eru køld og kynisk fólk sum hava fíggjarlig og politisk partabrøv í stríðnum, og tey hava einki fyrilit fyri mannalívi. Allir altjóða stovnar eru tó samdir um, at russisku misgerðirnar eru bæði ógvusligari og fleiri enn tær tjetjensku.
Puppet- master Putin
Tjetjenia er ein lítil men týdningarmikil brikkur í stórpolitiska putlispælinum um valdið í Kaukasus, og tí tekur Kreml øll amboð í nýtslu, fyri at varðveita landið innanfyri ríkiseindina. Russiska stýringin av Tjetjenia verður í dag sníkt inn gjøgnum bakdyrnar, við stuðli til forsetan Ramzan Kadyrov. Meginparturin av fólkinum heldur hann verða ein landasvíkjara, men av tí at fólkaræðið er saboterað og fjølmiðlarnir eru stýrdir, so torir eingin at mótmæla opinlýst. Einhvør andstøða verður forfylgd, pínd og likviderað av trygdartænastuni hjá Kadyrov. Forsetin verður sum ein annar marionettur hildin uppi av russiskum pengum og vápnum, meðan ein umfatandi propaganda-maskina, sum hevði gjørt bæði Stalin og Hitler øvundsjúkar, áleggur tí veika fólkinum at dyrka hann sum ein avgud. Avleiðingin er, at tjetjenar nú ikki longur drepa russar men hvønnannan, í einum óhugnaligum borgarkríggi. Stríðið er blivið “tjetjeniserað”, og russiska stjórnin kann vaska sínar blóðdálkaðu hendur, meðan onnur gera tað skitna arbeiði í loyniligum tortur-fongslum. Líkasum Potemkin fúrsti bygdi kulissir fyri at imponera zarinnuna tá hon koyrdi framvið, so hava russar eisini, í samband við innsetanina av Kadyrov, “endurreist” ein part av Groznyj, fyri at senda sminkaðar fjølmiðlamyndir út í heim. Tað skortar ikki uppá vælvildina so leingi sum dukkan dansar eftir floytuni í Kreml, men makkar Kadyrov ikki rætt, so fær hann bara eina bilbumbu líkasum pápin. Maður kemur í mans stað.
Politisk morð
Eisini í Ruslandi verður Tjetjenien-politikkurin stýrdur við harðari hond. Djarvir journalistar, juristar og mannarættinda-fólk sum hava stríðst fyri at avdúka órættin, eru blivin hótt, bukaði ella myrd av russisku trygdartænastuni. Tá Anna Politkovskaja bleiv myrd í 2006, var hon í ferð við at avdúka hvat samband Putin hevði við Kadyrovsa morð, mutur og mannarættindabrot í Tjetjenia. Herfyri bleiv sakførarin Markelov skotin á opnari gøtu, eftir at hann hevði kært fríkenningina av Budanov, ein russiskur offiserur sum var skuldsettur fyri at hava burturflutt, neyðtikið og kvalt eina 18 ára gamla tjetjenska gentu. Tíðindakvinnan Baburova, sum hevði fylgt gongdini í andstøðublaðnum Novaja Gazeta, bleiv skotin saman við honum. Bara síðani 2000 eru 16 russisk tíðindafólk blivin offur fyri “pressufrælsinum” hjá Putin, og eingin av drápsmonnunum er funnin.
Hendan greinin er kanska ikki nóg væl skrivað, til at FSB tímir at gera av við meg, men liggi eg onkran dagin lík, við polonium-dusti í nasagluggunum, so vita tit øll hví. Eitt politiskt motiverað morð á føroyskari jørð hevði kortini ikki fingið nakrar avleiðingar fyri samstarvið millum londini bæði, nú russiska útflutningsbannið endiliga er strikað.
Fundamentalisma
Tjetjenia er eitt skuladømi uppá hvussu harðligar loysnir uppá politiskar trupulleikar, saman við líkasæluni hjá alheimssamfelagnum, eru beinleiðis atvoldin til átrúnaðarliga radikalisering av einum stríði. Tjetjenar hava ongantíð verið annað enn moderatir muslimar, bleyt sufisma væl blandað við upprunaligari tjetjenskari lóg og siðvenju. Harafturat hevði tjetjenska sjálvstýrisrørslan, sum tók seg upp eftir at múrurin fall, einamest ein politiskan og mentunarligan málsetning. Men ógvusligu russisku innrásirnar í Tjetjenia í 90´unum, hava latið eftir sær eitt upployst og ryggbrotið samfelag, økonomiskt, politiskt, menniskjansligt. Harðskapur og organiseraður kriminalitetur eru gerandiskostur og eingir stovnar finnast sum kunnu verja vanliga fólkið. Ótryggleiki og óskil hava givið religiøsu fundamentalismuni frítt spæl, og wahabisma og sharia-lóggáva vinna fram gjøgnum saudiarabiskar kanalir, sum hava ov mikið av pengum og vápnum til at halda konfliktini á kók. Tey 30.000 foreldraleysu børnini sum hava verið vitni til tjetjensku kríggini, eru uppvaksin í hatri og neyðarsligheit, full av hevndarhuga. Vantandi skúlagongd gevur teimum ikki neyðugu førleikarnar til at skilja millum rangt og rætt. Tey eru løtt at villeiða, einamest tí vónloysi ikki gevur rúm fyri øðrum alternativum.
ES hevði t.d. góðar møguleikar til at leggja trýst á russisku stjórnina fyri at loysa stríðið gjøgnum samráðingar, men handils- og orkupolitisk atlit, ikki minst frá Frankaríki, Týsklandi og Italia, sum eru so bundin av russiskum gassi, gjørdu at ES vendi tað deyva oyra til Tjetjenar. Avleiðingin av líkasæluni er innlýsandi. Í staðin fyri at samráðast meðan tíð var, við ein moderatan leiðara sum Aslan Maskhadov ið hevði demokratiska undirtøku í fólkinum, so kundu Jeltsin og Putin, í friði og náðum og uttan munagóð mótmæli frá umheiminum, avgreiða trupulleikan the russian way.
Men við harðligu innrásunum róku russar tað vanliga fólkið beint í føvningin á fanatiskum brotsmonnum, sum blivu sterkari og sterkari jú meira mótstøðu teir fingu. Tað ljóðar sum eitt paradoks, men tað er tann kaldi veruleikin. Trúgvin var ikki trupulleikin áður, men nú er hon blivin ein partur av loysnini, um man vil tað ella ikki. Sjálvandi kann átrúnaður hava ein leiklut í frágreiðingini av yvirgangi. Men um vit stara okkum blind gjøgnum okkara egna smala filtur av fordómum, so missa vit allar aðrar frágreiðingar úr eygsjón. Átrúnaður fær ikki so ógvusligan týdning, fyrr enn vit geva teimum sum misnýta átrúnaðin til at øsa og villeiða, orsøk ella møguleikar til tess. Hamas er eitt ræðandi gott dømi uppá hendan kontraproduktiva logikkin. Fáa fundamentalistarnir fyrst fótin fyri seg, so eru tað knappliga teir tú noyðist at samráðast við, og so er ikki vist, at klaverið spælir so væl longur. Tí er tað umráðandi um at kenna sína vitjunartíð, og at arbeiða miðvíst fyri harðskapsfríum loysnum av politiskum stríðsmálum, áðrenn tað er ov seint...
Ísrael og palestina
Søgan hjá jødunum er ein lang líðingarsøga øll sum hon er. Hana kenna vit tíverri alt ov væl, og neyðugt er tí ikki at fara í smálutir. Tað er í øllum førum einki at siga til, at jødiska fólkið er deyðatroytt av kríggi og ótryggleika, og at tey bara ynskja sær frið. Tað unna vit teimum væl.
Men tíverri er samanhangurin millum harðskap úti og ótryggleika heima, ongantíð viðurkendur.
Tí lagnufelagskapurin við grannarnar verður fremmandgjørdur av harðligum heykum, sum ábyrgdarleyst misnýta óttan til at selja stuttskygdar loysnir; skeivar loysnir sum í sær sjálvum undirgrava trygdina hjá ísraelskum borgarum. Nýggja stjórnin í Ísrael og hennara óunniligi stuðulsflokkur, eru eitt ræðandi dømi uppá hendan kalda veruleikan. Tí hvussu í Guðs garði kunnu Netanyahu og Liebermann skapa tryggleika í ísrael við at blása uppaftur meira til fremmandahatri? Og hvussu kunnu teir, við harðskapi, verja seg ímóti einum yvirgangi sum hevur sín uppruna innan úr statinum sjálvum, í einum skipaðum mismuni millum jødar og palestinar?
Harðskapur alir harðskap
Ísraelska kúganin av palestinum skapar líkasum tann russiska framferðin í Tjetjenia, eitt stríð sum aldrin kódnar, eina neiliga ringrás uttan enda. Gaza-búgvar standa trunkaðir saman sum seyður í rætt, meðan fosfor- og klyngubumbur made in USA regna niður yvir tey. Høvdu tey verið fuglar so kundu tey flogið burtur, men akk, sum tjetjenar siga: Eitt fólk uttan eitt land er sum ein fuglur uttan veingir. Palestinar eru eitt hersett fólk. Tey kunnu ikki ferðast frítt, tey verða løgd fyri hatur og undir illgruna, tey eru fátøk og arbeiðsleys, tey hava einki pláss at liva á, onga jørð at dyrka, teimum tørvar matvørur, heilivág og sjúkrahúsútgerð. Kanningar av vánaligu heilsustøðuni hjá palestinensisku børnunum, verða kveistraðar til viks av ísraelsku stjórnini sum “propaganda ílatið ein læknaligan búna”. Alheimssamfelagið letur bara standa til, og tá eingin gevur teimum nakran rætt, so kenna tey seg noyddan at taka hann sjálvi, um neyðugt við yvirgangi. Tað átti at verið sólarklárt sjálvt fyri tey mest snævurskygdu. Fert tú við fólki sum við djórum, so verða tey sum djór, so einfalt er tað. Men kortini spyrja vit undrandi hvønnannan hví palestinar stuðla eini víðgongdari rørslu sum Hamas? Trýst elvir sum kunnugt móttrýst og harðskapur alir harðskap. Tað er ein stjórnmálafrøðislig sannroynd, at kúgaði, svong og fátøk fólk eru vandamikil, at tey eru ein latentur trygdartrupulleiki í einumhvørjum stati.. At alheimssamfelagið og kanska serliga USA tí ikki langt síðani hevur ávirkað ísraelsku stjórnina til, gjøgnum friðarligar samráðingar at skapa eina varandi og rættvísa tveystats-loysn fyri palestinar, er ófatiligt. Ikki bara tí støðan moralskt sæð er blóðskeiv, men eisini tí tað niðurbrýtur allar langtíðarvónir um frið í økinum, til stóran skaða fyri báðar partar.
Fjølmiðlar og spegl
Qassam-rakettirnar hjá Hamas formáa sær ikki nógv móti tí ísraelsku krígsmaskinuni, men av tí ein týdningarmiklari partur av stríðnum verður førdur í fjølmiðlunum, so duga teir kortini at gera sær dælt av undirlutanum. Teir seta bara nakrar gamlar granat-kastarar upp á takið hjá ein av teimum fáu Fatah-viðhaldsfólkum sum eftir eru í Gaza, og so bíða teir spentir eftir ísraelsku bumbuflogførunum. Eftir álopið enda myndirnar í BBC og Al-jazeera, tí dripin og limløstaði børn sleppa altíð ovast á dagsskránni. Arabiski heimurin er á gosi, parabolantennurnar ganga heitar og pengar og vápn verða sprænd út til allar sjálvbodnar skaðafuglar. Vesturheimurin boykottar kibbutz-appilsinir, og mótmælisgongur fordøma ísraelska harðskapinum. Jødarnir kenna seg enn einaferð forfylgdar og frændaleysar, og ti velja teir høgrasneiddar og “heimkærar” neo-fasistar í Knesset. Moderatir palestinar hava ongan livandi kjans at punktera undirtøkuna hjá Hamas, so leingi sum rasistisku sjónarmiðini hjá Liebermann verða útvarpaði, og friðarfelagskapir í Ísrael missa limir í hópatali, hvørja ferð Hamas brýtur vápnahvíldina. Ísraelska stjórnin noktar at tosa við terroristar, og er eingin loysn í eygsjón, so styrkir tað bara palestinar í trúnni, at rakettálop og sjálvmorðsbumbur allíkavæl geva frægari úrslit enn samráðingar. Sæð uttanífrá sýnist tað himmalrópandi naivt at halda, at friður og semja kunnu vinnast við vápnamegi, men stríðið heldur fram, tí hvørgin parturin torir at taka fyrsta stigið til at avmontera ta óndu og óendaligu ringrásina. Samleikin hjá Ísrael speglar samleikan hjá palestinum, sum tvær síður av somu syrgiligu søk.
Gjøgnum globalu fjølmiðlarnar endurskapa einføldu fíggindamyndirnar misálit og ótryggleika, ikki bara í miðeystri, men eisini her heima hjá okkum. Tí hendan gongdin styrkir eisini ta misvísandi myndina av einum veruligum globalum stríði millum heimsins trúarsamfeløg. Samhugin verður sentrifugeraður so hart at nuansurnar hvørva, og at enda byrjar sjálvt svarthvíta fyri/ímóti- mantraið hjá Bush at ljóða skilagott. Øðrumegin gevur hetta altjóðagjørdum fundamentalistiskum rørslum sum Al-Qaeda nýggjar limir í hópatali, sum kunnu fremja yvirgang í London, Madrid og New York. Og hinumegin hava populistiskir flokkar í vesturheiminum góðar dagar, tí teir duga at spinna politiskt gull burturúr fundamentalismu og fremmandahatri. Gjógvin verður djúpari og djúpari og avleiðingarnar breiða seg sum ringar í vatni, longur og longur út í heim. Seint men sikkurt, syrgiligt men satt. Trupulleikarnir í Tjetjenia, Palestina og Kosovo eru ikki lokalir men globalir. Og til tess at at vinna á teimum krevjast globalar loysnir, sum vit øll noyðast at taka ábyrgd fyri.
Alt hongur saman
Hvat vesturheiminum sigur og ger, skapar grundarlag fyri hvat onnur lond siga og gera. Tá USA t.d. tekur sær rætt til at seta altjóða lóg og siðvenju til viks, og gera “fyribyrgjandi” innrás í heil lond, tí nakrir einstakir yvirgangsbólkar hava bumba tvey háhús, so førka vit eisini mørkini fyri hvat onnur lond kunnu loyva sær. Ísrelska stjórnin teppibumbar heimsins mest tættfólkaða landaøkið, fyri at verja sínar egnu borgarar móti yvirgangi. Og russar brúktu tilvitað tær somu grundgevingar sum USA, um “altjóða yvirgang”, og “skyldu til at verja sínar borgarar”, fyri at rættvísgera sín harðskap í Tjetjenia. Og borðið fangar. Tá USA fyrst hevur stuðlað Ísrael við pengum og vápnum, og hevur biðið um loyvi at brúka russiskt landaøkið sum hernaðarstøð til atgerðir í Afghanistan og í fjallalandinum á markinum til Pakistan, so sigur tað seg sjálvt at tað verður ógjørligt at mótmæla harðligu framferðini hjá russum og ísraelittum innanfyri sína egnu ríkiseind. Stríðið móti altjóða yvirgangi sýnist so umráðandi fyri framkomna partin av mannaættini, at vit ikki kunnu geva okkum far um minni mannarættindabrot í einstøkum lokalum konfliktum...
Vónandi hevur allur vesturheimurin ein ringan smakk í munninum.Vit hava í øllum førum øll ábyrgdina, tí vit, gjøgnum okkara fólkavaldu umboð, ikki hava gjørt annað enn at tiga og samtykkja, meðan ísrael hevur uppbygt eitt órættvíst og harðligt apartheid-samfelag, og meðan Jeltsin og Putin næstan hava oytt eitt heilt kaukasiskt fólk. Vit hava ikki bara tagt og samtykt, men beinleiðis stuðlað bæði militært og moralskt, at Bush gjørdi innrás í Irak. Eitt ræðuligt kríggj sum hevur kravt fleiri ferðir føroyska fólkatalið av ósekum mannalívum. Apropos sjónleik, so hevði Bush ikki so lítið í felag við Mutter Courage hjá Bertholt Brecht. “The war is a good trade” segði hon, og elti blóðslóðina dragandi sínum vogni fyri at avseta sínar krambavørur. Á sama hátt hava amerikanskar fyritøkur fingið nógvar feitar kontraktir í Irak, at enduruppbyggja eitt land sum USA sjálvt hevur knúst sundur... Anton Tjekhov tók til, at eingin skaldskapur er verri enn veruleikin, tá ið tað kemur til kynismu. Motivini hjá Jeltsin og Putin, um at verja nøkur rør frá Azerbajdjan til Tjetjenia, eru meinlík teimum hjá Bush. Ein krígsgreði, sum als ikki hevur sín uppruna í einum patriotiskum ynski um at verja sínar egnu borgarar, men í blóðdálkaðum og óljudálkaðum kalkulasjónum.
Sjúka skipanin
Millum heimsins sjálvstøðugu lond liva nógvar siðvenjur um at virða rættin hjá hvørjum øðrum.
Ein tann sterkasta er rætturin til at avgreiða síni innanríkispolitisku viðurskifti uttan uppílegging frá øðrum londum. Í hesum føri kunnu vit rópa tað eitt stats-autoriserað monopol uppá harðskap til at loysa politiskar trupulleikar, sum t.d. innanhýsis ósemjur um ríkisrættarliga støðu. Í altjóða politikki eru bert eitt slag av góðkendum leikarum: Sjálvstøðug lond sum tilkenna hvørjum øðrum óavmarkaði og ómissandi rættindi. Fullveldi gevur politiskar, strategiskar, juridiskar og ikki minst fíggjarligar fyrimunir.
Restin er bara skrambul, etniskir bólkar sum kríggj og friður hava lutað sundur, millum meira ella minni tilvildarligt sett stórmakts-mørk í heimssøguni. Í hesum juridiska ongamannlandi er eingin vernd ímóti týning. Frælsi, tryggleiki og fólkaræðislig umboðan er ikki nøkur sjálvfylgja. Hesir karmar skapa í sær sjálvum eina órættvísa siðvenju av innbygdum mannamuni, sum er ein ævig kelda til stríð. Yvirgangur skal í nógvum førum, eftir mínum tykki, síggjast sum eitt sjúkueyðkenni í einum ójøvnum heimi. Sum eitt desperat róp um hjálp, ein seinasti útvegur hjá einum kúgaðum fólki fyri at vinna tann rættin sum øll vita tey hava, men sum eingin vil geva teimum.
Kosovo
Kosovo er í so máta enn ein sorgarleikur, sum greitt avdúkar hvussu vandamikil líkasælan hjá heimssamfelagnum er. Hevði umheimurin í tøkum tíma stuðlað demokratisku friðarrørsluni hjá Rugova, so kundi tað tryggja albanum at teir einki høvdu at óttast, og serbum at samráðingar vóru einasti háttur at loysa ríkisrættarliga stríðið. Men vit kendu ikki okkara vitjunartíð. Vit lótu sum einki, tí vit heldur vildu virða prinsippið um ikki at leggja okkum út í “innanríkispolitikkin” hjá Serbia. Kosovo-albanar, sum longu høvdu verið fyri so nógvum mismuni og harðskapi, kendu seg sviknar og tordu ikki longur at sita hendir í favn og bara bíða eftir álopinum. Tey mistu tolið og fleiri og fleiri skiftu samhuga frá pasifistisku kósini hjá LDK, til ta militanta KLA. Har vórðu ikki nógv skot latin av, fyrr enn Milosevic brúkti tað sum eina kærkomna umbering fyri at berja “yvirgangin” niður. Tá NATO endiliga fekk tikið seg saman til at steðga ørskapinum, var tað longu ov seint. Tað tók serbiska herinum bert 2 mánaðir at myrða 11.000 sivilfólk og at tvangsflyta eina knappa millión fyri at reinsa økið fyri albanar.
Moralska andsøgnin liggur í, at umheimurin fyri egnan friðs skyld og fyri ikki at órógva ta yvirskipaðu men skirvisligu javnvágina millum heimsins stórveldi, letur etnisku “smálutirnar” fara aftur við borðinum.
Tann politiska avleiðingin av hesi sjúku skipanini, kemur eisini ofta til sjóndar í meinaleysum súmbolpolitikki. Útmeldingarnar í samband við aktuella stríðið í Gaza eru pínliga eyðkendar fyri vesturheimin. “Báðir partar noyðast at steðga harðskapinum og fara aftur til samráðingarborðið”, “haldið vápnahvíldina inntil tit finna eina loysn”. Royndirnar vísa tíverri, at tað tóma tosið ikki riggar. Tí meðan sterkari parturin verður viðurkendur sum ein suverænur statur við rætti til at verja sínar borgarar og at sláa hart niður á yvirgangskroppar, uttan uppílegging frá umheiminum, so verður tann veikari stemplaður sum ein seperatistiskur yvirgangsfelagsskapur, sum skal boykottast og isolerast, og sum ikki kann samráðast fólksins vegna, hóast sjálv sami umheimur í mongum førum hevur noytt forlornar fólkaræðisligar mannagongdir niður yvir tey.
Moralskt imperativ
Skal nøkur meining verða við altjóða rætti og sameindum tjóðum sum siga seg verja mannarættindini, so má alheimssamfelagið forpliktast moralskt, og útgerast við myndugleika til at varðveita ella skapa friðin, við at insistera uppá harðskapsfríar loysnir, sum hjálpa báðum pørtum burturúr tí oyðileggjandi ringrásini. Um neyðugt, eisini heilt fram at broytingum í ríkisrættarligu støðuni. Ein statur sum ikki bara svíkur sínar grunnleggjandi skyldur, at verja og umboða fólkið sum býr innanfyri landaøkið, men í áravís førir eitt skitið kríggj ímóti sínum egnu minnilutum, má og skal takast av ræði. Stats-terrorisma eigur, í groteskum førum sum Tjetjenia og Palestina, líkasum í Kosovo, at fáa avleiðingar fyri móðurlandið. Á sama hátt sum tað, tíverri alt ov seint, fekk avleiðingar fyri Serbia, so átti tað, eftir mínum tykki, eisini langt síðani at havt fingið avleiðingar fyri Russland og Ísrael. Vónandi kenna vit okkara vitjunartíð næstu ferð.
Nógv betri eingin byrsa var
Men har er langur vegur enn. Tí so leingi sum vit bert niðurberja symptomið fyri tí undirliggjandi sjúkuni, við vápnum og líkasælu, og ikki royna at grøða sjukuna sjálva, við útjavning og upplýsing, samhuga og samráðingum, so sigur tað seg sjálvt, at heimurin ongantíð verður frískur.
Og so leingi vit, líkasum Bush og Breckmann blaka ábyrgdina fyri borð, og stara okkum blind í gamla-testamentligum fíggindamyndum og einføldum frágreiðingum uppá kríggj og yvirgang, so fara vit sjálvi at verða fangaði í tí sama sjúka logikkinum, sum ger okkum so óvitandi og órein. Tosa, fata og far við tínum medmenniskjum sum við einum fígginda, so verða tit fíggindar, og so noyðast tit at dubba tykkum við vápnum og verjugarðum; tað er ein sjálvuppfyllandi profeti.