NORDOST: ummæli av sjónleiki og hugleiðingar um yvirgang. (1. partur)

Tíðargrein:

Meðan eg sat og lurtaði eftir Óla Breckmann á Hvonn leygarkvøldið, so fór eg at ivast í, um hann mundi hava sæð Nordost? Neyvan. Tí stríðini í Gaza og Tjetjenia eru ikki so einføld sum ein musical, har tað góða vinnur; og tað ónda tapir. Kríggj fær ongantíð happy end.

Ein einkja er ein einkja, uttan mun til tjóðskap og trúgv, og tað er so avgjørt ikki Allah sum ger fólk til terroristar, men harðskapur og valdsmisnýtsla, ójavni og líkasæla.

 

 

Fyri stuttum sá eg ein sjáldsama góðan sjónleik. Í Atlantis norðuri í Klaksvík framførdu tær tríggjar Súsanna Tórgarð, Birita Mohr og Gunnvá Zachariassen leikin Nordost eftir týska dramatikaran Torsten Buchsteiner. Og eg noyðist at endurgeva Høgna Djurhuus: Pínadoy sum hatta var gott!

Tað er ein frásøgn um tjetjensku yvirgangsatsóknina í Dubrovka-leikhúsinum í Moskva, har 850 gíslar vórðu innistongdir í 3 døgn, ein roynd at noyða Putin at taka russisku herdeildirnar úr Tjetjenia. Handritið er hvast, klókt og óhugnaliga effektivt. Týðingin hjá André Niclassen var væl gjørd, eitt leikandi lætt talumál, sum undirbygdi realismuna á ein smidligan og gerandisligan hátt. Spælbært og pallbært; stóran týdning í einum slíkum leiki. Nakrar víðgongdar dansimur órógvaðu meg eitt pinka evarska lítið sindur, men eftirsum eg sjálvur mátti sannað, at tað kann vera torført at skriva eitt sjónleikar-ummæli uttan fremmandaorð, so lad gå.

 

Kvinnurnar

Russar drupu mannin hjá Tjetjensku Tsuru. Eingi børn, onga familju, einki at missa.

Gunnvá Zachariassen teknaði ein sterkan profil av eini ungari kvinnu í eini vónleysari støðu.

Hon er eitt lætt offur fyri tí víðgongdu rørsluni hjá Movsar Barajev, og fyri at hevna mannin hjá sær, tekur hon lut í atsóknini móti Dubrovka-leikhúsinum, ein svørt einkja sum elskar deyðan meir enn lívið. Gunnvá vardi so veruligt tað óhugnaliga skiftið, frá syrgjandi einkju, til kalda og avgjørda sjálvmorðsbumbu, til eina lítla gentu sum ræddist deyðan. Tsura letur seg úr øllum klæðunum. Innast inni sær hon út sum tú og eg, men at verða skaptur í Guðs mynd er ikki, í sjálvum sær, ein vernd ímóti politiskum fíggindamyndum. Fyri at bjarga lívinum noyðist hon fara úr tí muslimska turriklæðinum. Bæði reelt og súmbolskt má hon at lata seg úr sínum etniska uppruna og heingja ein kross um hálsin, fyri ikki at verða skotin av russisku trygdartænastuni. Sum áskoðari og sum medmenniskja gav eg Tsuru mín sjálvsagda samhuga, tí tann órættur sum lærir hana at løna ilt við illum, sigur mær nakað, bæði um heimin og um mína egnu ringu samvitsku.

Maður Tamaru kendi ikki konu og børn tá hann sum russiskur hermaður kom heim úr Tjetjenia. Hann drakk í tøgn fyri at køva tað kríggið hann bar í sínum sjúka sinnið, byrjaði at sova við revolvaranum undir koddanum. Við at drepa onnur, drap hann okkurt í sær sjálvum, og sjálvmorðið bleiv einasta og seinasta rýmingarleið. Súsanna Tórgarð var praktfull í sínum samansetta spæli. Tragikomiskt og djúpt trúverdugt í blandinum millum forsømda kvinnu sum saknaði mannin hjá sær, ein lækna kul í kreppu, og eina kærleiksfulla mammu sum var bangin um dóttir sína. Sum mammur flestar. Tað er essensurin. Tamara sigur seg vera í “góðum selskapi” millum tær svørtu einkjurnar. Ein einkja er ein einkja, uttan mun til tjóðskap og trúgv.

Birita Mohr gav Olgu ein so einfaldan og erligan vakurleika. Ein vanlig kvinna, lítillátin og takksom fyri sítt lív og sín mann. “Í hvørjum háhúsi eru 18 hæddir. So nógv vindeygu, so nógv einsamøll fólk. Eg havi verið heldig, hugsi eg. Oleg er ein góður maður.” Mest sum hyper-realistiskt skræddi hon í mínar kenslur. “Eg havi altíð hildið, at hatta var so fjart. Alt hatta hevur einki við meg at gera. Tað eru jú politikararnir, sum avgera hetta.” Tann naiva nærveran hjá Biritu Mohr fekk tað at renna mær kalt niður eftir bakinum. Har er ein innlýsandi, men politiskt fremmandgjørdur samanhangur, millum eitt stríð 2000 km burtur og tryggleikan hjá vanligum moskovittum. Men tá harðskapurin hóttir hennara medmenniskju, so vinnur Olga á óttanum og talar at. Tað villeiðandi valdið megnar kanska at snara veruleikanum, so vit uttan ans fyri umheiminum kunnu hvíla trygt í okkara lítlu ostaklokku, men standa vit knappliga andlit til andlits við órættin, so vaknar samvitskan og ábyrgdarkenslan fyri næsta okkara.

 

 

Tilvit og Teknikkur

 

Tað krevur ein sterkan struktur uttanífrá um sjónleikarnir skulu lofta við so nógvum bóltum í senn, væl at merkja uttan at missa tann týdningarmesta, forteljingina, á gólv. Men leikstjórin Ria Tórgarð hevur megnað at halda ta torføru javnvágina. Doku-dramatiska frásøgnin gekk sum ein reyður tráður gjøgnum allan leikin. Við einarøðum, samrøðum og reinum staðfestingum, bleiv lag uppá lag lagt afturat ímyndini av, ikki bara hvat hendi í Dubrovka-leikhúsinum, men eisini hvat gekk fyri seg inni í høvdinum á offrunum, báðumegin byrsumúlan. Ein skuldi trúð, at tann felags frásøgnin har allar hvør sær, uppá skift og í senn, enntá úr fleiri sjónarhornum, gingu upp í eina hægri eind, gjørdist ørkymlandi bæði fyri leikarar og áskoðarar. Men tað er sum við balettini: tað kann væl verða at tað sær lætt út, men tað er forbankað krevjandi. Er tað væl frágingið kann søgan hvíla á strukturinum. Er tað ikki, fellur alt til jarðar. Tilvit og teknikkur loyva hugflog áskoðarans at flóta frítt, gera at vit kunnu geva okkum inn í eitt listarligt upplivilsi av innihaldinum, heldur enn at órógvast av forminum. Tann mátin sum sjónleikarnir t.d. myndaðu eitt rúm størri enn Atlantis onkrastaðnis omanfyri høvdið á okkum, er ikki nakað sum bara kemur av sær sjálvum, uttan sum ein óskrivaður sáttmáli millum tær og okkum. Tey tilvitaði valini hjá einum leikstjóra krevja tíð og orku, innlit og royndir í at síggja og hoyra hvat riggar fyri tey sum standa á pallinum, í heildini og í smálutunum. Minimalisma var eitt sovorðið tilvitað, og eftir mínum tykki, vælgrundað val. Tríggjar kvinnur á trimum stólum. Ongar smartar effektir og onki sentimentalt svans sum skuldi manipulera okkara kenslur í eina ávísa ætt. Bara ein javnur streymur av viðkomandi myndum, bornar naturalistiskt av veruligum og vanligum menniskjum. Men tað merkti hvørki at tað gjørdist stívt ella keðiligt, heldur øvugt. Tær kundu fara allar vegir, tí har var frælsi innanfyri formin, uttan at tað órógvaði søguna. Innihaldið var tað berandi, tað sum tær allan leikin vendu aftur til. Har var eingin klassisk avmarking millum pallin og salin. Tað er so fríandi at rúmið verður brotið. Onkuntíð uttanífrá, onkuntíð aftanífrá og so beint í gronina. Kenslan av, at áskoðarin onkursvegna ikki kundi goyma seg í myrkrinum, at vit sjálvi gjørdust gíslar í dubrovka, umgyrd av hóttandi sjálvmorðs-einkjum, noyddi okkum at viðgera evnið persónligt. Nógv fingu tær sjálvandi ókeypis frá tí frálíka handritinum, men har liggja kortini so nógvir tankar og val og venjing, at skapa so kompleksar figurar. Hvussu eru tær komnar í hesa forteljarastøðuna? Hvat samband, um nakað, hava tær við hvørja aðra, við áskoðararnar? Er tað leikluturin ella leikarin sum fortelur søguna? Eru tað tárini hjá Tsuru, ella hevur hon lænt tey frá Gunnvu? o.s.fr. Undirsøgur ella løg sum ikki koma opinlýst til sjóndar, krøkja seg fastar, og tala ymiskt til meiri ella minni tilvitaðar kenslur í ymiskum fólkum. Tað gevur lit til spælið og veruleika til persónslýsingarnar. Tað rúgvismikla góðsið í einum vælskrivaðum dramatiskum teksti hevur yrkis-leiklistin orku til at forloysa, til gleði og gagns fyri áskoðaran. Spurningurin er so bara, um karmarnir hjá Tjóðpallinum í nóg góðan mun megna at stuðla tí stríðnum sum skal til, men tað er ein onnur søga...

 

 

Boðskapur

 

Tað geniala við hesum leikinum, er at hann setur ongar greiðar ideologiskar mótsetningar upp, ongar svarthvítar fíggindamyndir sum royna at sannføra okkum um hvar samhugin skal liggja. Kríggj er ræðuligt, har eru bara taparar, punktum. Eingin vil missa tey man er góður við. Øll hava brúk fyri at kenna seg trygg, at kunna liva sítt lív við vónini um morgindagin, hvørji tey so eru og hvagani tey eru. Tølini av deyðum og løstaðum menniskjum sum útvarpið reksar upp, uttan víðari viðgerð, eru so abstrakt, at vit skilja tað ikki, vit orka ikki at rúma teimum. Men gjøgnum persónliga vitnisburðin hjá Tsuru, Tamaru og Olgu verður tað óítøkiliga ítøkiligt, tá leikstjórin gjøgnum sjónleikaran myndar tríggjar kvinnur, sum fáa høvi at siga sína søgu. Torsten Buchsteiner og Ria Tórgarð góvu okkum eitt pallsett stokkhólm-syndrom við dupultari skrúvu, har vit fingu samhuga bæði við gíslum og gíslatakarum. Og tað er tað sum leiklistin kann, og eftir mínum tykki skal.

 

 

List og heimsmyndir

 

Í einari verð har maktmenn, fyri egnan vinning, senda ósek í kríggj fyri at drepa onnur ósek, og rættvísgera harðskap við at bólka heil fólkasløg og heimsreligiónir sum ónd og góð, hevur listin eina serliga uppgávu: at vísa ein sannleika við modifikasjónum. Hon kann fáa okkum at seta spurnartekin við tær fremmandgerandi generaliseringarnar, sum avmarka okkara medmenniskju til anonym hagtøl. Í staðin fyri tær einføldu heimsmyndirnar hjá Bush og Breckmann, sum bara endurskapa okkara fordómar í eini óendaligari og óndari ringrás, so kann listin geva okkum eitt persónligt samband við menniskju og mentanir sum vit ikki skilja, og soleiðis breiðka okkara møguleikar fyri støðutakan. Listin kann gera okkum takksom fyri hvussu gott vit sjálvi hava tað, og vakja okkara samhuga fyri teimum sum hava brúk fyri hjálp. Nordost fekk okkum at viðganga, at eingin okkara kann siga seg frían fyri at vilja fremja harðskap, um vit bert vórðu nóg illa viðfarin.

Søgurnar hjá teimum trimum kvinnunum vórðu spakuliga flættaðar saman, so vit máttu sanna, at tað onkuntíð kemur fyri at tilvildarligar lagnur, hóast ymiskar, kunnu hittast og fáa týdning hvør fyri aðra. Tilvildin at júst hesin leikurin bleiv spældur í Føroyum, gav mær tí eisini eina lagnukenda kenslu av, at alt hongur saman. At altjóðagerin ikki bara snýr seg um kappingarføri, partabrøv og profit, men um moralska støðutakan um kríggj og frið, og medmenniskjansliga ábyrgd fyri fátøkum og kúgaðum fólkum.

Tað er torført, fyri ikki at siga ógjørligt, fyri eitt friðarligt fólk sum føroyingar at ímynda sær ræðuleikarnar í Tjetjenia tey knapt 300 árini tey hava stríðst fyri sínum frælsi móti skiftandi russiskum valdsharrum. Nordost og Óli B. fingu meg at hugsa um orsøkirnar til yvirgang, í Tjetjenia og aðrastaðni. Meira um tað í øðrum parti.