Norðoya Sparikassi góðar seks milliónir í avlopi

Úrslitið áðrenn skatt fyrra hálvár 2022 var eitt avlop upp á 6,1 mió. kr. sammett við 10,4 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri.

Úrslitið fyrra hálvár 2022 er í stóran mun ávirkað av virðisjavnan av lánsbrøvum, har skjótt hækkandi rentustøðið hevur havt við sær lægri kursir á lánsbrøv. Harumframt er úrslitið ávirkað av, at sparikassin hevur afturført niðurskrivingar á útlán.

 

Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop frá grundrakstrinum upp á 10,9 mió. kr. fyrra hálvár í mun til 10,6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021.

 

Virksemi

 

Útlánini lækkaðu úr 2.025 mió. kr. niður í 2.001 mió. kr., sum svarar til eina lækking upp á 24 mió. kr. ella 1,2 %.

 

Innlánini hækkaðu úr 2.464 mió. kr. upp í 2.507 mió. kr., sum svarar til eina hækking upp á 43 mió. kr. ella 1,8 %.

 

Innlánsavlopið var 506 mió. kr. fyrra hálvár 2022.  

 

Solvensur og gjaldføri

 

Solvensur sparikassans er góður og hevur verið støðugt hækkandi seinnu árini. Solvensurin var 26,2 % pr. 30. juni 2022 í mun til 23,1 % árið fyri.

 

Gjaldførið er eisini gott. Lyklatalið fyri gjaldførið var 340 % pr. 30. juni 2022. Lógarkravda gjaldførið er í minsta lagi 100 %.

 

Negativ renta hjá privatkundum strikað 1. september 2022

 

Sum áður fráboðað hækkar rentan 1. september 2022. Hjá privatkundum hækkar útlánsrentan við upp til 0,40 %-stig og negativa rentan av innlánum verður strikað. Rentan hjá vinnukundum hækkar við upp til 0,50 %-stig bæði fyri inn- og útlán.

 

Yvirlit við rentustigum verður kunngjørt á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið hækkingin er komin í gildi.

 

Roknskapurin fyri fyrra hálvár kann síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER