Norðoya Listafelag varð stovnað í november 1985. Fyrsta framsýningin, sum felagið skipaði fyri, var í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu 1986. Tí er í ár talan 30 ára føðingardag hjá felagnum og um listaframsýning ta 30. í røðini. Tess vegna verður listaframsýningin skipað eitt sindur annarleiðis í ár.
Listaframsýningin verður bert við listaverkum hjá Norðoya Listafelag. Felagið eigur væl meir enn 100 listaverk, sum telur málningar, tekningar, træskurðir, gipsskap o.a.
Tað hevur stundum verið ynski um at fáa hesi listaverk meira fram í ljósið, sum helst kemur at eydnast betri, nú Norðoya Listafelag er vorið partur av verkætlanini kring Posthúsið, har felagið fær egin framsýningarhøli. Vónandi verður henda áhugaverda ætlanin til veruleika um ikki so mong ár.
Norðoyastevnuframsýningin, sum hevur verið í Skúlanum við Ósánna at kalla øll árini, uttan tá ið skúlin varð umbygdur, hevur oftast verið ein sokallað frí framsýning, har ymisk listafólk sýna fram síni listaverk.
Men í ár verður so sett upp ein listaframsýning í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu, 6. og 7. juni bert við listaverkum hjá Norðoya Listafelag - Tveir av kendu málningunum hjá Mikines, Jarðarferðin og Morgun, sum eru í varðveitslu hjá Føroya Listasavni, er eisini ætlanin skulu vera við.
Tað er Dávur Winther, sum er formaður fyri Norðoya Listafelag.