Norðoyastevnuróðurin er útsettur

RSF vónar at avgreiða róðurin ein annan dag, so fíggjarliga grundarlagið ikki verður tikið undan Klaksvíkar Róðrarfelag

Koronastøðan í landinum ávirkar øll sosial og ítróttarlig tiltøk um vikuskiftið. Meðan landsdystirnir í fótbólti og hondbólti verða uttan áskoðarar, so verður kappróðurin á norðoyastevnu útsettur.

 

– Nevndin í Róðrarsambandinum hevur verið í samband við koronuráðgevingina og myndugleikarnar viðvíkjandi støðuni í landinum. Róðrarsambandið fylgir sjálvsagt tilmælunum frá mynduleikunum, og avgerð er tikin um at útseta norðoyastevnuróðurin.

 

Hetta er annað árið á rað, at ársins fyrsti FM-róðurin verður útsettur. Tað kemur at merkja fíggjarliga grundarlagið undir Klaksvíkar Róðrarfelag.

 

– Vit vóna at tað verður gjørligt at finna ein annan dag, at avgreiða róðurin. Vit harmast støðuna, serliga fyri rógvararnar og ikki minst fyri Klaksvíkar Róðrarfelag, sum aftur í ár og annað árið á rað missir sítt fíggjarliga grundarlag.

 

Kappróðurin skuldi verða í morgin, leygardagin 5. juni.