Norðoyatunnilin stongdur um næturnar

Bilaferðsla sleppur gjøgnum tunnilin klokkan 23 og síðan tríggjar ferðir, sum náttin gongur.

 

Fram til fríggjamorgunin klokkan 06 verður Norðoyatunnilin stongdur fyri ferðslu í tímunum frá klokkan 22 á kvøldi til 06 á morgni.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at tunnilin verður stongdur í samband við arbeiðið at leggja rørleiðingar frá útstykkingini á Fossum til bátahylin á Borðoyarvík.

 

- Meðan tunnilin er stongdur, verður ferðsla leidd gjøgnum tunnilin ávikavist klokkan 23, 24, 02 og klokkan 04, siga tey í kommununi.

 

Lagt verður aftrat, at fríggjamorgunin klokkan 06, tá arbeiðið at leggja rørleiðingina, verður alt, sum vanligt aftur.