Tvey umboð fyri ta kendu týsku fiskivinnufyritøkuna Nordsee vitja í Føroyum í hesum døgum. Í gjár vóru tey í Klaksvík. Frank Beckmann og Alexandra Bach fingu eina frágreiðing um Klaksvík ? vinnu- og mentanarlívið har. Frank er leiðandi innkeypari og Alexandra innkeypari hjá Nordsee, har um 150 fólk starvast á høvuðsskrivstovui.
Fyritøkan, sum er meira enn 100 ára gomul, er størsta fiskivinnufyritøka í Týskalandi, eigur 360 fiskarestauratiónir í landinum umframt 100 matstovur í øðrum evropeiskum londum. Nú eru tey í ferð við at opna matstovu í Dubai. Nordsee hevur 5.000 fólk í arbeiði.
Tey hyggja seg um í Føroyum, vitandi at fiskagóðskan her er á høgum støði og ynskja møguliga at fáa samvinnu í lag við okkurt føroyskt fiskavirki.
Tey vóru hugtikin av tí tey sóu og fingu at vita, og hildu at vit búgva í einum vøkrum landi við hópin av møguleikum.
Tað er Mercant v/Jógvan við Keldu, sum eisini hevur tætt samstarv við Danmarks Eksportråd, ið hevur fingið ferðina í lag.
Kelda: Klaksvíkar kommuna