Fyri fyrstu ferð í 25 ár bjóðar Borðtennissamband Føroya til kapping ímillum fleiri lond. Ísland og Grønland koma um vikuskiftið at kappast í nýstovnaðu Arctic Open, sum á fyrsta sinni varð spæld í Reykjavík í fjør. Jútland og Hetland eru eisini partur av samstarvinum, men tey hava borið seg undan at koma til Føroya. Tað er ov dýrt, siga tey.
Kappingin verður spæld í høllini á Hálsi í Havn, har kappast verður í einmansleiki, tvímansleiki, blandaðum tvímansleiki og í liðkapping.
Hetta er fyrstu ferð síðani oyggjaleikirnar í 1989, at føroyskt borðtennis bjóðar útlandinum til kapping. Áður hava samstørv verið við lond um felags venjingar og innanhýsis landsdyst, men nú er opið fyri fleiri londum. Peter H. Niclasen, sum umframt sjálvur at spæla eisini situr í nevnd borðtennissambandsins og er við til at fyrireika kappingina, viðgongur, at tað krevur sítt at fyrireika kapping, har útlendingar koma higar.
- Tað eru jú fólk uttanífrá, so tað umfatar at bíleggja teimum uppihald, flutning og alt tað praktiska. Harumframt skal sjálva kappingin skipast, so jú, hetta er eitt stórt tiltak hjá einum sersambandi, sigur Peter.
Peter, sum sjálvur hevur verið landsliðsleikari í úti við trý áratíggjur, heldur, at kappingin er umráðandi fyri leikararnar.
- Hetta er ein háttur at menna leikararnar altjóða. Tað má vera framhald í landsliðsarbeiði og útlendskum avbjóðingum. Hetta er eisini ein møguleiki hjá føroyskum borðtennis at vísa andlit úteftir, og hesaferð eisini inneftir. At seta sjóeyguna á ítróttin, vísir Peter á og heldur fram:
- Tað, at vit eru fyriskiparar, er ein góð fyrireiking til møguligu oyggjaleikirnar í Føroyum í 2019.
Setanin fer fram í morgin, Dýra biðidag kl.9.30, og kl.10.00 fer kappingin av bakkastokki. Kappast verður fram til og við sunnudagin.