Síðsta bríksl hevur verið á Windsor Park í kvøld. Norðurírland vann 2-0 á Føroyum í EM undankappingardysti. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, tá ið føroyska liðið var um ein háls. Norðurírland legði øgiliga bragdliga fyri, og tá ið heimaliðið miðskeiðis í 1. hálvleiki var frammanfyri 2-0, luktaði tað av stórsigri til heimaliðið.
Inntil tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki, bar einki til hjá føroyingunum, ið mest sum alla tíðina runnu aftan á mótstøðumonnunum. So linkaði heimatrýstið, Føroyar fingu meiri frið at vera við í spælinum, og tá ið dómarin stutt undan steðginum peikaði á brotssparksblettin, tí Jóan Símun Edmundsson var togaður um koll í brotsteiginum, kendist tað sum um, at tað skuldi verða heilt spennandi í 2. hálvleiki.
Roy Carroll í heimamálinum bjargaði skotinum hjá Fróða Benjaminsen, og harvið misnýttu Føroyar størsta møguleikan í kvøld.
Eftir steðgin vóru heimamenninir als ikki so ágangandi og lívligir, sum teir vóru fyrsta stóra hálva tíman, tá ið teir fluttu seg nógv og skiftu nógv og skjótt úr øðrum borðinum og í hitt. Føroysku spælararnir vóru nógv meiri á mótstøðuhálvuni enn í 1. hálvleiki, men tað eydnaðist ongantíð føroyingunum at tiltuska sær upplagdan málmøguleika.
Gunnar Nielsen hevði tvær stórar bjargingar í 1. hálvleiki, meðan hann eftir steðgin hevði nógv minni at gera.
Merkisvert var tað, at 18 ára gamli FCK miðvallarin Brandur Olsen tíggju minuttir undan dystarenda fyri fyrstu ferð varð settur inn á landsliðið. Hann avloysti Christian Lamhauge Holst.
Týskvøldið skulu Føroyar spæla á Tórsvølli ímóti Ungarn, sum í kvøld spældi 1-1 ímóti Rumenia.
LIÐUGT
2-0
2-0
Kaj Leo í Bartalsstovu hevur loyst Pól Jóhannus Justinussen av.
90) 2-0
3 minuttir eru lagdir aftrat.
89) 2-0
Nú er heilt friðarligt í Belfast.
86) 2-0
Eftir lítlari løtu hava Føroyar havt tvey horna úr høgru, uttan at nakað spurdist burturúr. Føropyska liðið er longri frammi nú, enn tað hevur verið fyrr í kvøld.
85) 2-0
So eru báðir málskjúttarnir farnir av vøllinum. Magennis hevur loyst K. Lafferty av.
80) 2-0
Norðurírland hevur havt ein upplagdan málmøguleika í opnum spæli í 2. hálvleiki. Nú tiltuskaðu teir sær fríspark eitt sindur úr høgru og 20 metrar úr málinum, men Gunnar Nielsen bjargaði.
18 ára gamli Brandur Olsen úr FCK er skiftur inn í staðin fyri Christian Lamhauge Holst
76) 2-0
Páll A. Klettskarð er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Arnbjørn Hansen sum fremsti føroyski spælarin.
74) 2-0
Føroyar hava havt fyrsta hornasparkið – úr vinstru – men innleggið lá ov tætt at málverjanum.
72) 2-0
At norðurírar ikki dríva á, sum teir gjørdu fyrstu 35 minuttirnar ber við sær, at spælið hjá føroyingunum hongur væl betri saman nú, enn tað gjørdi størsta partin av 1. hálvleiki.
68) 2-0
Tað hongur væl betri saman nú, enn tað gjørdi í 1. hálvleiki.
McCourt er skiftur inn á heimaliðið í staðin fyri McGinn.
65) 2-0
Pól Jóhannus Justinussen er komin á vøllin aftur. Høvdið er alt sum tað er, bundið inn.
63) 2-0
Pól Jóhannus Justinussen er uttanfyri vøllin, tí hann bløðir úr høvdinum. Nú eru bara tíggju føroyingar á vøllinum.
60) 2-0
At føroyingarnir hava hug at leypa meiri á, ber spentar støður við sær, at tá ið Norðurírland fer í skjót álop. Men kortini er eingin ivi um, at fyrsta korterið av 2. hálvleiki hevur føroyska liðið havt størri lut í spælinum enn allan 1. hálvleik.
58) 2-0
McAuley, sum skoraði fyrra málið, er farin úr verjuni. Í hansara stað er komin McCullough.
55) 2-0
Fleiri føroyskir spælarar eru í holtur við at hita upp. Tað tykist benda á, at onkur skifting er á veg.
50) 2-0
Teir somu ellivu føroyingarnir eru komnir á vøllin eftir steðgin, og teir hava havt betri ta á samanspælinum fyrstu fimm minuttirnar í 2. hálvleiki, enn teir høvdu allan 1. hálvleik.
HÁLVLEIKUR
45) 2-0
Gunnar Nielsen hevur við tveimum bjargingum syrgt fyri, at heimaleiðslan er størri enn tvey mál.
Føroyingarnir iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at minka um munin við brotssparki, sum Fróði Benjaminsen misnýtti.
42) 2-0
Føroyska liðið er ikki undir sama trýsti sum fyrsta hálva tíman.
37) 2-0
Fróði Benjaminsen hevur misnýtt brotsspark. Hann sendi bóltin til høgru fyri seg sjálvan, men fyrrverandi Manchester United málverjin Roy Carroll bjargaði dygst úti við stólpan.
Dómarin vísti á ellivu metra blettin, tá ið Jóan Símun Edmundsson varð steðgaður eitt sindur til høgru eftir diagonala sending úr vinstru frá Halli Hansson.
30) 2-0
Norðurírland hevur fyrsta hálva tíman havt fjúrtan royndir +imóti føroyska málinum, og einasta føroyska royndin var tann hjá Jóan Símuni Edmundsson.
25) 2-0
Norðurírar hava lisið ser væl uppá. Teir halda ferðina, og teir skifta skjótt úr aðrari síðuni og í hina. Tað er langt millum keturnar á føroyska liðnum, og setningurin er nú at fáa verjukenda spælið at rigga. Um tað ikki eydnast, so kann tað verða heilt galið.
Gunnar Nielsen hevur havt eina risa stóra bjarging.
20) 2-0: Kenny Lafferty 21.
Eftir innlegg úr vinstru verður bólturin fluktaður í málið úr sera stuttari fjarstøðu og mitt fyri. Shane Gerguson átti innleggið.
Leikferðin hjá Norðurírlandi er framvegis so mikið høg, at føroyska liðið hevur ikki møguleika at fáa tak á spælinum. Aftur og aftur eru innleggini ógvuliga vandamikil, og tað er serliga eftir at føroyingarnir hava mist bóltin í roynd at spæla frameftir.
15) 1-0
Heimaliðið er framvegis greitt omaná. Fyri fyrstu ferð hava føroyingar megnað at samanspælt fram eftir vøllinum. Tað endaði við, at Jóan Símun Edmundsson royndi seg úr tjúgu metrum, men bólturin fór ein stóran metur skeivu megin stólpan.
11) 1-0
Tað er stórur trupulleiki fyri føroyska liðið, at heimaliðið ferð eftir ferð megnar at bróta ígjøgnum í bæði høgra og vinstra borði.
8) 1-0: McAuley 6.
Eftir fyrsta hornasparkið hevur Norðurírland sett hol á – ógvuliga einfalt!
5) 0-0
Norðurírland hevur longu verið fleiri ferðir í føroyska brotsteiginum, og eftir fríspark úr vinstru var støðan vandamikil, men dómarin bríkslaði fyri føroyskum frísparki.
1) 0-0
Heimaliðið gevur bóltin upp, tí føroyingarnir vunnu lutakastið og valdu síðu.
Ísraelski dómarin saman við fýra hjálpardómarum og einum eykadómara eru við at rigga til saman við liðformonnunum báðum, Steven Davis og Fróða Benjaminsen. Tað eru fimm hitastig í Belfast í kvøld.
Spælararnir taka støðu og tjóðsangirnir verða spældir. Tað er fullsett á Windsor Park – gott og væl 10 túsund áskoðarar.
Norðurírland-Føroyar kl. 19.45
Á Windsor Park í Belfast í Norðurírlandi
Dómarakvartett úr Ísrael: Alon Yefet, Danny Krasikow, Amihay Yehoshua Mozes og Sharon Eyal
Norðurírlandi: Roy Carroll - Connur McLaughlin, Garet McAuley, Aaron Hughes, Shane Ferguson – Niall McGinn, Steven Davis, Chris Baird, Oliver Norwood, Jamie Ward - Kyle Lafferty
Á beinkinum: Michael McCovern, Alan Mannus, Ryan McGivern, Luke McCullough, Ryan McLaughlin, Corry Evans, Sammy Clingan, Paddy McCourt, Josh Magennis, Ben Reeves, Billy McKay
Venjari: Michael O'Neill
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen – Jóan Símun Edmundsson, Pól Jóhannus Justinussen, Christian Lamhauge Holst – Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Tórður Thomsen, Teitur Matras Gestsson, Alex Mellemgaard, Rógvi Baldvinsson, Bárður Hansen, Levi Hanssen, Gilli Sørensen, Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Hans Jørgen Djurhuus, Arnbjørn Hansen
Venjari: Lars Olsen