Norðurkorea letur upp fyri ferðafólki

Fyri fyrstu ferð síðani 2020 ætlar Norðurkorea at lata ferðafólk sleppa inn í landið

Russisku ferðafólkini skulu eitt nú vitja eitt skíðøki í Norðurkorea (Mynd: Eric Talmadge/Ritzau Scanpix)

Síðani 2020 hevur Norðurkorea verið meira stongt enn vanligt. Hesi seinastu trý árini eru ferðafólk ikki sloppin inn í landið, men nú er líkt til, at í næsta mánaði sleppa tey fyrstu ferðafólkini um markið.

 

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

 

Í fyrsta umfari verða tað russarar, sum sleppa á vitjan í Norðurkorea. Fyrsti bólkurin kemur til landið 9. februar, og tey skulu vitja ymisk støð í fýra dagar.

 

Norðurkorea stongdi í januar 2020 øll mørkini, tá ið koronufarsóttin fór at gera um seg. Sum miðlarnir vita, hevur bert ein útlendingur fingið loyvi at koma inn í landið síðani. Tað var kinesiski sendiharrin.

 

 

 

Russisku ferðafólkini skulu eitt nú vitja eitt skíðøki í Norðurkorea (Mynd: Eric Talmadge/Ritzau Scanpix)